9 episodes

Sending frá 2017. 

Tíðin gongur og lógin um vinnuligan fiskiskap, sum størsta vinnan í Føroyum hevur virkað eftir í góð 23 ár, liggur í andaleypi. Føroyar skulu hava nýggja fiskivinnuskipan frá 1. januar 2018. Hetta hava vit hoyrt nógv um seinastu tíggju árini. Men hvussu eru vit komin higar? Hví hava vit í so langa tíð kjakast um hesa góðu nýskipan? Og hvat er tað, kjakast verður mest um, bæði millum politiskar flokkar og í almenninginum? Hesum spurningum fara vit at royna at svara í eini røð av sendingum um fiskivinnunýskipanina næstu vikurnar.

Skil fiskin‪!‬ Kringvarp Føroya

    • Notícias

Sending frá 2017. 

Tíðin gongur og lógin um vinnuligan fiskiskap, sum størsta vinnan í Føroyum hevur virkað eftir í góð 23 ár, liggur í andaleypi. Føroyar skulu hava nýggja fiskivinnuskipan frá 1. januar 2018. Hetta hava vit hoyrt nógv um seinastu tíggju árini. Men hvussu eru vit komin higar? Hví hava vit í so langa tíð kjakast um hesa góðu nýskipan? Og hvat er tað, kjakast verður mest um, bæði millum politiskar flokkar og í almenninginum? Hesum spurningum fara vit at royna at svara í eini røð av sendingum um fiskivinnunýskipanina næstu vikurnar.

    Skil fiskin! - Vitanarstríðið 3 (9:9)

    Skil fiskin! - Vitanarstríðið 3 (9:9)

    Í tveimum undanfarnum sendingum hava vit hoyrt ymiskar serfrøðingar í fiskivinnu grundgeva, hví politikarar eiga at lurta eftir teimum, tá ið fiskivinnupolitisku avgerðirnar skulu takast.

    Í dag sleppa tríggir politikarar at greiða frá, hvussu teir navigera í fløkta fiskivinnukjakinum.

    ---

    Kjakið um fiskivinnuna snýr seg fyri ein stóran part um uppboðssølu, antitrust, dagar, kvotur og annað, sum fer at mynda innihaldið í eini nýggjari fiskivinnulóggávu.

    • 13 min
    Skil fiskin! - Vitanarstríðið 2 (8:9)

    Skil fiskin! - Vitanarstríðið 2 (8:9)

    Fiskivinnan er torskild. Sera torskild.

    Og hóast flestu føroyingar vita eitt sindur um fiskivinnuna, so eru tey fá í talið, ið kunnu kalla seg serfrøðingar í fiskivinnu.

    Men, summi luttaka dúgligari í kjakinum enn onnur. Eitt nú fiskimenn, reiðarar, búskaparfrøðingar og lívfrøðingar.

    Hesir serfrøðingar í fiskivinnu eru ofta so ósamdir, at ikki er tað lætt hjá vanliga borgaranum - ella politikarum - at taka dagar ímillum, hvør hevur rætt, ella hvat slag av vitan skal viga tyngst í fiskivinnupolitisku avgerðunum.

    • 15 min
    Skil fiskin! - Vitanarstríðið 1 (7:9)

    Skil fiskin! - Vitanarstríðið 1 (7:9)

    Fiskivinnan er torskild. Sera torskild.

    Og hóast flestu føroyingar vita eitt sindur um fiskivinnuna, so eru tey fá í talið, ið kunnu kalla seg serfrøðingar í fiskivinnu.

    • 16 min
    Skil fiskin! - Antitrust (6:9)

    Skil fiskin! - Antitrust (6:9)

    Vøksturin hjá reiðaríum skal avmarkast, sigur landsstýrið. Grundgevingin er, at stórar fyritøkur kunnu spilla kappingina og ávirka politikarar.

    Men, stór ósemja er um hvussu strammar hesar avamarkingar skulu vera. Serfrøðingar, vinnulívsfólk, andstøðupolitikarar og onkrir samgongupolitikarar leggja dent á, at ræðslan fyri stórum reiðaríum er ógrundað og at tað tvørturímóti kunnu vera búskaparligir fyrimunir við at geva teimum rúm at vaksa.

    • 8 min
    Skil fiskin! - Uppboðssøla (5:9)

    Skil fiskin! - Uppboðssøla (5:9)

    Forsprákarar fyri at selja veiðirættindi á uppboðssølu siga, at ein marknaðargrundað skipan í longdini hevði gjørt vinnuna meira gjøgnumskygda, effektiva og at landið hevði fingið rættan prís fyri tilfeingið, sum fólkið sambært lóg eigur.

    Men hóast uppboðssølan tykist skilagóð á pappírinum, so er ein full og frí uppboðssøla Terra Incognita - eitt ókent øki - í fiskivinnuhøpi.

    • 11 min
    Skil fiskin! - Dagar ella kvotur (4:9)

    Skil fiskin! - Dagar ella kvotur (4:9)

    Toska- og hýsustovnarnir eru minni enn teir hava verið í eina øld. Orsøkirnar kunnu vera nógvar, men tað eru summi, sum geva fiskidagaskipanini skuldina. Bæði Sambandsflokkurin og samgongan ætla tí at skifta 20 ára gomlu fiskidagaskipanina út við eina kvotaskipan.

    Men, vit hava roynt eina kvotaskipan fyrr, og hana var vinnan sera ónøgd við. Er tað so rætt at skifta dagar út við kvotur?

    Og hvat er ein fiskikvota? Hvat er ein fiskidagur?

    ---

    • 8 min

Top Podcasts In Notícias

O Assunto
G1
Medo e Delírio em Brasília
Central 3 Podcasts
Xadrez Verbal
Central 3 Podcasts
Foro de Teresina
piauí
Petit Journal
Petit Journal
the news ☕️
waffle 🧇