4 episodes

Skimin skimast um alskyns viðurskifti, ið røra seg í samfelagnum. Í hvørjari sending verður farið í dýpdina við einum evni, sum rørir seg millum ungdómin í Føroyum

Skimin Kringvarp Føroya

    • Notícias

Skimin skimast um alskyns viðurskifti, ið røra seg í samfelagnum. Í hvørjari sending verður farið í dýpdina við einum evni, sum rørir seg millum ungdómin í Føroyum

    Skimin: Próvtøkutrýst

    Skimin: Próvtøkutrýst

    Solveig á Torvalaðnum er 17 ára gomul og gongur í 2.s í Studentaskúlanum í Hoydølum og Hervør Pálsdóttir er 21 ára gomul og lesur politikk og umsiting á fyrsta ári á Setrinum. 

    Solveig dámar illa at fara upp í próvtøku, tí hon gerst so fjálturstungin og fær black-out, meðan hjá Hervør er tað eingin trupulleiki. Hoyr tær báðar skifta orð um hetta evnið, og hvørji ráð tær hava at geva við víkjandi próvtøku.

    • 23 min
    Skimin: Kristnu Føroyar

    Skimin: Kristnu Føroyar

    Meðan londini rundan um okkum blíva meira sekulariseraði, fyllir átrúnaður enn nógv í Føroyum. 

    Vit skimast nærri at, hvønn týdning og leiklut kristna trúgvin hevur í lívinum hjá einstaklingum. Í hesum føri greiða Mirjam Kambsskarð og Aksel Berg frá teirra upplivingum av hesum. 

    • 14 min
    Skimin: Kvinna, kenn títt pláss

    Skimin: Kvinna, kenn títt pláss

    Tað eru áleið 100 ár síðani kvinnur og ognarleys fingu valrætt, og harvið bleiv fólkaræðið meira umboðandi. Men tað tykist sum avbjóðingin, sum var galdandi fyri 100 árum síðani enn tann dag í dag spøkir.

    Kitty May Ellefsen og Barbara Gardlykke Apol eru tvær kvinnur, ið eru 48 og 22 ár. Hóast tað eru ymsastaðni í lívinum hava tær til felags, at tær eru kvinnur og hava traðka fram alment. Tær uppliva somu trupulleikar, har dentur ofta verður lagdur á, at tær eru kvinnur.

    Lagt til rættis hevur Rebekka Manuela Behrens.

    • 17 min
    Skimin: Tá føðideildin lat aftur

    Skimin: Tá føðideildin lat aftur

    Politiskar avgerðir ávirka okkum øll - meir ella minni. Summar avgerðir hava beinleiðis ávirkan á, hvussu lívið framyvir háttar sær. Barba Sandá Nielsen og familja hennara hava av álvara upplivað, hvussu ein politisk avgerð kollvelti alt. 

    • 26 min

Top Podcasts In Notícias

O Assunto
G1
Petit Journal
Petit Journal
Medo e Delírio em Brasília
Central 3 Podcasts
the news ☕️
waffle 🧇
Xadrez Verbal
Central 3 Podcasts
Foro de Teresina
piauí