57 min

Játtanin til fólkaskúlan má hækkast við fimtingi — Annbritt Toftegaard Mikrofonin

    • News Commentary

“Føroyski fólkaskúlin hevur nakrar risa avbjóðingar við børnum við serligum tørvi, og støðan stendur við og versnar,” skrivaði Annbritt Toftegaard, skúlastjóri á Skúlanum á Giljanesi, herfyri í einari greinarøð undir heitinum ‘Fólkaskúlin er fyri øll — eitt neyðarróp frá børnum við serligum tørvi.’ “Tíðin er komin,” segði hon, “har politiska skipanin veruliga tekur hesa støðuna og gongdina í álvara og setir í verk nakrar munagóðar loysnir og karmar fyri henda serliga málbólkin av børnum ella næmingum. Tey átøk sum higartil eru sett í verk muna alt ov lítið — tørvurin á hjálp er framhaldandi ovurstórur.” 
Hon legði afturat: “Mín meting er at 20 prosent av næmingunum hava serligan tørv. Í einum skúla við 300 næmingum stríðast umleið 60 næmingar við eitt ella fleiri av hesum: eru lesiveik, orðblind, talblind, hava trupult við at læra, eru illa fyri sosialt, tvangstankar, ADHD, ADD, tunglindi, angist, autisma, menningartarn, niðursetta hoyrn, niðursetta sjón, ymiskar fysiskar sjúkir sum til dømis gigt, bruna í tarmunum ella okkurt heilt annað.”
Mikrofonin hitti Annbritt Toftegaard tann 25. august og spurdi hana eitt sindur nærri um hennara hugsanir um fólkaskúlan og nakrar av teimum avbjóðingum sum í løtuni merkjast har, serliga tá tað kemur til børn og størri næmingar við sokallaðum serligum tørvi. 
Er fólkaskúlin veruliga fyri øll? Hvat er tað sum ikki fungerar við verandi skipan? Er játtanin á fíggjarlógini hjá Løgtinginum til skúlarnar ov lág og, um so er, hvussu nógv eigur hon at verða hækkað? Hetta og annað mangt spurdu vit skúlastjóran í sera áhugaverdari samrøðu.