50 episodes

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Plátubarrin Kringvarp Føroya

    • News

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

    TEMAPLÁTAN 40: Tiden er klog, Tøsedrengene, 1984

    TEMAPLÁTAN 40: Tiden er klog, Tøsedrengene, 1984

    Talan er um fyrstu útgávuna uttan ein av stovnarunum, bassistin og komponistin, Klaus Kjellerup, sum seinni stovnaði Danser Med Drenge. Fyri hann var komin René Szczyrbak at spæla bass. Sigast kann, at í albumhøpi var hetta hæddarpunktið hjá Tøsedrengene. Temaplátan er tann fimta í røðini, meðani tann fyrsta í 1979 kallaðist 'Det går fremad', hvat tað ikki gjørdi fyrr enn við 'Sig du ka' li' mig' lagnum, sum Anne Dorte og Stanley sungu inn til annað albumið í 1981.

    Teysudreingirnir vóru í 1984 hesir: Anne Dorte Michelsen, sangur og kór. Maria Bramsen, sangur og kór. Henrik Stanley Møller, sangur, kór, og tangentar. Michael Bruun, gittar og framleiðsla. Aage Hagen, tangentar. René Szczyrbak, bassur og kór. Jan Sivertsen, trummur.

    Plátubarrin 13. april 2024

     

    • 51 min
    TEMAPLÁTAN 40: 'Private Dancer', Tina Turner, 1984

    TEMAPLÁTAN 40: 'Private Dancer', Tina Turner, 1984

    Private Dancer var tann fimta útgávan, sum Tina Turner legði navn til einmanna. Plátan kom í 1984 og varð hennara gjøgnumbrot sum solistur. Private Dancer gjørdi Tinu Turner kenda um allan heim, sølutølini, góðar 20 milliónir eintøk, prógva jú tað, og tað er eisini hennara best umtókta pláta nakrantíð. Verkið varð tilevnað í Bretlandi og fýra framleiðslueindir stóðu fyri tilrættaleggingini. Vit kunnu nevna Rupert Hine og Heaven 17 tónleikaran, Craig Marsh, ið eisini var tann sum tók stig til at fáa Turner úr Los Angeles til London at taka upp.


    Sjey løg vórðu tikin úr Private Dancer rúgvuni og útgivin sum stakløg, harav tey fýra, ið seldu mest vóru: What's love got to do with it, Better be good to me, Private Dancer, og Let's stay together. Ummælini vóru sum heild góð. Serliga fekk Tina Turner rós fyri at bloyta ella loysa sín ráða 'southern' stíl upp og harvið lata framtíðini hjá popp-soul tónleikinum eitt stórfingið íkast.


    Plátubarrin 4. mai 2024

     

    • 54 min
    TEMAPLÁTAN: Crowded House, Crowded House, 1986

    TEMAPLÁTAN: Crowded House, Crowded House, 1986

    Ný-sælendingurin, Neil Finn, stovnaði Crowded House saman við nøkrum australiumonnum. Tí hann og aðrir høvdu spælt í Split Enz, ið hevði havt eitt atljóða hitt, trúði plátufelagið Capitol uppá Crowded House ætlanina. Annað temalag og singlepláta, Something So Strong, rakk til nr. 6 á Billboard Hot 100.

    Sjálvt albumið, Crowded House, var eitt plettskot í Australia, nr. 3 í Ný Sælandi, nr. 8 í Kanda, nr. 12 í USA, og á niðurlendska tjúgindaplássinum. Hetta fyrsta verkið hjá Crowded House varð sett saman í Amerika. Framleiðari var Mitchell From, ið var tangentspælarin, sum framleiddi tríggjar tær fyrstu Crowded House útgávurnar, hvørs góða úrslit hevði við sær, at hann varð biðin at leggja til rættis upptøkur fyri nøvn sum Los Lobos og Paul McCartney.


    Miðlin: Music Feeds, viðmerking:
    'Tað er ikki soleiðis, at hinar Crowded House pláturnar blikna í samanbering við hesa frumplátu, men hetta er tann útgáva teirra, her øll løginii kundu havt verið singleplátur; og tað slag av singleplátum, sum ein ikki verður troyttur av at lurta eftir.'

     

    Plátubarrin 27.4.2024

     

    • 50 min
    TEMAPLÁTAN 40: 'Love At First Sting', Scorpions, 1984

    TEMAPLÁTAN 40: 'Love At First Sting', Scorpions, 1984

    Í 1984 vóru skorpiónirnar ikki heilt ókendar, til dømis rakk 'Blackout' verkið frá 1982 til nr. 10 á Billboard 200; amerikanska albumhittlistanum. Tað er plátan við 'No One Like You'. Frá '82 bleiv útrykkið heldur mjúkari og tónleikurin tóktist miðja beinleiðis eftir popplistunum. Í 1990 kom 'Crazy World', ið hevur 'Send Me An Angel' og 'Wind Of Change'. Tá bleiv Scorpions av álvara ein bólkur fyri øll.


    Sangarin Klaus Meine skrivaði næstan allar tekstirnar til Temaplátuna, 'Love At First Sting', einsamallur, og gittaristurin Rudolf Schenker komponeraði allan tónleikin. Hetta býtið millum sangara og gittarist er væl kent frá øðrum rokkbólkum, har gittaristurin er tónleikaligi heilin og sangarin setir tekstirnar saman....kann nevna Rainbow og Whitesnake. Men bólkastovnarin, Rudolf Schenker, var ikki einasti gittaristurin í Scorpions, tað hevur hann sjáldan verið, og síðan 1978-79 hevði hann býtt gittaruppgávurnar við Mathias Jabs. Mathias Jabs skrivaði ikki tónleik til bólkin, men tað gjørdi undangongumaðurin, Uli Roth, ið fór burturúr í 1978.

    Plátubarrin 20. apríl 2024

     

    • 54 min
    TEMAPLÁTAN 30: 'The Division Bell', Pink Floyd, 1994

    TEMAPLÁTAN 30: 'The Division Bell', Pink Floyd, 1994

    Henda fjúrtanda Pink Floyd útgávan frá 1994 er eins og flestu aðrar útgávur hjá Pink Floyd gjøgnumførd og væl úr hondum greidd tekniskt. Bretin, Alan Jackson, var tøkningur, hann hevur mixað nógv fyri Pink Floyd, og av tí hann hevur avrikað fyri onnur, kann eg nevna lagið, I Don't Like Mondays,, ið hann hjálpti Boomtown Rats við. Divison Bell framleiðarar vóru enski gittaristurin, David Gilmour, og kanadiski Bob Ezrin, sum eisini spælir keyboard á nøkrum løgum, umframt at hava hjálpt til við lagsmíðnum, tá 'Take It Back' varð sett saman.

    Upptøkurnar vórðu gjørdar í Britannia Row Studios, Abbey Road Studios, Metropolis Studios, The Creek Recording Studios, og í Astoria, ið er húsbáturin hjá David Gilmour, sum hann hevur á Thames ánni í London.The Division Bell varð givin út í Bretlandi á EMI tann 28. mars í 1994, og nakrar dagar seinni í USA á Columbia.

    Ummælararnir vóru misjavnir á máli, men brúkarin varð bergtikin og keypti útgávuna inn á fyrstaplássið á báðum teimum stóru albumhittlistunum í USA og Bretlandi.


    Plátubarrin 30. mars 2024
     

    • 57 min
    Táttur í Plátubarrini 7.4.24: Shakin' Stevens hittparada

    Táttur í Plátubarrini 7.4.24: Shakin' Stevens hittparada

    Valisarin, Shakin' Stevens, gav á fyrsta sinni tónleik út í 1970 og helt fram øll sjeytiárini, men tað var ikki fyrr enn í 1980, at hann byrjaði koma við teimum løgunum, sum vit lurta eftir í Føroyum: Marie Marie, This Ole House, You Drive Me Crazy, Green Door, It's Raining, Oh July, Cry Just a Little Bit, Shirley, Give Me Your Heart Tonight, Hello Jospehine, og onnur. Hann hevur selt 2,5 milliónir album-eintøk. Og so seint sum í 2020 var hann á bretska album Top 10. Taka vit singleplátur, er sølutalið nógv størri, tí hann var tann sum seldi flestar av slagnum á bretska marknaðinum í áttatiárunum.

    Her í 2024 er Michael Barratt, sum Shaky veruliga eitur, 76 ár. Hann býr við Thames ánna í Buckinghamshire í Onglandi, men heldur tilknýtið til Wales og føðibýin við líka. Til dømis hevur hann lívslangan limaskap í Cardiff fótbóltsfelagnum.

    Hálvantímatátturin í Plátubarrin 07.04.24

    • 35 min

Top Podcasts In News

The Daily
The New York Times
The Global Story
BBC World Service
Живой Гвоздь
Живой Гвоздь
Pantelićev Georeport
Velike priče
Что случилось
Медуза / Meduza
Эхо Москвы
Feed Master by Umputun

You Might Also Like