Nón Kringvarp Føroya
-
- News
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
-
Pauli í Sandagerði ruddar í kensluligu nótunum
- Eg ruddi upp, tí tað er nokk so óruddiligt inni í mær.
Nýggj fløga við klaverstykkjum eftir Paula í Sandagerði, Ælaveður, kemur út fyrsta dagin. Stykkini eru skrivað yvir eitt tíðarskeið, sum fevnir um 50 ár, frá 1972 til 2022. Samstundis kemur ein nótabók út, og alt verður lagt fram á konsert í Norðurlandahúsinum tann 10. juli, har klaverleikarin Mattias Kapnas spælir. Tað er Hugin Eide, sum hevur tikið stig til útgávuna. -
Nón 24. juni 2022
Pauli í Sandagerði er ein av okkara allar virknastu komponistum; í næstum kemur út fløga og bókaútgáva við klaverstykkjum eftir Paula. Vit fáa orðið á Paula í Sandagerði
Anker Mortensen, listamaður, var ein av trimum, sum fekk listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins hesaferð. Vit vitja Anker í atelieri hansara á Skipasmiðjuni.
Og so hoyra vit hvørjar tankar Høgni Djurhuus hevur gjørt sær hesa vikuna í Høgnatátti.
Hoyri sendingina her -
25 milliónir krónur peanuts
Hoyr vikuliga Høgnatáttin, har Høgni Djurhuus tekur saman um hendingar og útsagnir hesa farnu vikuna.
-
Hvalurin verður gjørdur til eina ímynd
Hvalurin verður gjørdur til eitt kulturelt ikon, og hvalurin verður lýstur bæði sum klókur og sosialur.
Soleiðis lýsir Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, hugsjónarliga grundarlagið undir mótmælunum móti føroyskum grindadrápi. Samstundis er grindadrápi søguliga ein partur av føroyska samleikanum og lívshátti, og tí ber illa til at sannføra tey, sum eru ímóti grindadrápi. -
Nón 22. juni 2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping, sum millum annað skal varpa ljós á tær etisku tvístøðurnar, ið kunnu standast í yrkinum sum sjúkrarøktarfrøðingur. Vit tosa við fyriskipararnar um kappingina og etisku spurningarnar.
-
Stuttsøgur um lívið sum sjúkrarøktarfrøðingur
Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, so er at hvessa pennin, tí nú hevur tú møguleikan at seta orð á títt gerandislív.
Sjúkrarøktaretiska Ráðið skipar fyri stuttsøgukapping, har endamálið er at fáa lýst kompleksa gerandisdagin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum oftast er merktur av, at ymisk virðir koma í spæl og at hesi viðhvørt koma í stríð við hvørt annað.