50 afleveringen

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

Vertur: Armgarð Arge

Credo Kringvarp Føroya

    • Nieuws

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

Vertur: Armgarð Arge

    Credo: Okkara ár í Tansania

    Credo: Okkara ár í Tansania

    Beinta og Havstein Klein eru sjúkrarøktarfrøðingur og prestur.

    Tey hava búð og arbeitt í Tansania í fleiri ár. Tey siga frá hesi merkisverdu tíð, sum er so ólík lívinum her heima.

    • 48 min.
    Credo: Lívið er dýrabært

    Credo: Lívið er dýrabært

    Ann Randi Jacobsen misti pápan at sínum fyrsta dreingjabarni. Hann doyði í ólukku í Grønlandi.

    Seinni møtti hon manninum, sum hon hevur verið gift við í nógv ár.

    Í 2014 doyði verdóttirin í barsilssong, og tá fór Ann Randi í móður stað.

    • 41 min.
    Credo: Nunna í Føroyum

    Credo: Nunna í Føroyum

    Marisa Spiteri Cremona er úr Malta. Hon er úr katólskari familju og longu, tá hon var tjúgu ár, fór hon í kleystur.
    15. juli í 1981 kom Marisa til Føroyar at vera. Hon hevur verið sera aktiv og hevur stóran vinaskara.
    Men nú hevur Róm tikið avgerð, at kleystrið skal seljast og systrarnar skulu fara tl onnur lond.
    Marisa fer í juni mánaða til Dublin at búgva í einum kleystri.

    • 33 min.
    Credo: "Tú komst í góðar hendur".

    Credo: "Tú komst í góðar hendur".

    14. februar í 1945 doyði Sigga Maria, mamma Signar á Brúnni í barsilssong, bara 34 ára gomul.
    Eftir sat pápin, Jógvan, við trimum smádreingjum.
    Hvat var til ráða at taka ?
    Góð menniskju og familjan øll slógu ring um teir og gjørdu sítt ítarsta fyri lítlu viðbreknu familjuna, sum høvdu mist tað kærasta teir áttu.
    Og allur kærleikin og øll umsorganin hevði verið góð, tí Signar sannar í dag, at tað, sum varð gjørt var gott.

    • 32 min.
    Credo: Pausuleysa samfelagið

    Credo: Pausuleysa samfelagið

    Anne Mette Greve Klemensen hugleiðir um nýggjárið, hví mann setir sær fyri, at onkur broyting skal vera í nýggja árinum.

    Men hvat forðar menniskjanum í at seta sær mál annað enn mannaótti ?

    Tí, hvat um tað nú miseydnast og mann verður til láturs ?

     

    • 33 min.
    Credo: Føgur er foldin

    Credo: Føgur er foldin

    Sálmaskaldið B. S. Ingemann, sum skrivaði og yrkti nógv, er evnið í sendingini.
    Hann eigur nógvar av jólasálmunum, sum vit syngja í dag.
    Føgur er foldin er ein teirra.

    • 48 min.

Top-podcasts in Nieuws

Maarten van Rossem - De Podcast
Tom Jessen en Maarten van Rossem / Streamy Media
Boekestijn en De Wijk
BNR Nieuwsradio
De Stemming van Vullings en Van der Wulp
NPO Radio 1 / NOS / EenVandaag
NRC Vandaag
NRC
de Volkskrant Elke Dag
de Volkskrant
Veldheren
Peter van Uhm, Mart de Kruif, Jos de Groot / Corti Media & WPG studio's

Suggesties voor jou