17 afleveringen

Læn mær eitt oyra er poddvarp hjá BankNordik. Vit viðgera, hvussu tú heldur skil á pengunum og nýtsluni, og hvussu tú tryggjar teg og tíni nærmastu fíggjarliga.

Læn mær eitt oyra BankNordik

    • Zaken en persoonlijke financiën

Læn mær eitt oyra er poddvarp hjá BankNordik. Vit viðgera, hvussu tú heldur skil á pengunum og nýtsluni, og hvussu tú tryggjar teg og tíni nærmastu fíggjarliga.

    Set orð á pengar

    Set orð á pengar

    Cecilia Noløse Sørensen hevur instagramvangan Fíggjarligt frælsi, har hon tosar púra opið um pengar. Hon greiðir sínum fylgjarum frá síni løn, skuld, forbrúki, fíggjarligum málum og ivamálum. Við vanganum vil hon vera við til at bróta tabu - at læra seg og onnur at tosa um pengar - tí sum hon sigur, opinleikin um pengar kann geva okkum eitt betri yvirlit yvir okkara fíggjarstøðu. Í hesum poddinum tosa vit við Ceciliu um, hví vit tora so illa at tosa um pengar. Vit tosa eisini um kvinnur ...

    • 22 min.
    Ert tú rætt tryggjað/ur?

    Ert tú rætt tryggjað/ur?

    Tað kann gerast sera dýrt, um tú ikki hevur røttu tryggingarnar, so tí er tað umráðandi, at tú ert rætt tryggjað/ur. Heidi í Homrum, sum er privatkundaráðgevi hjá Trygd, greiðir frá, hvørjar tær mest vanligu tryggingarnar eru, og hvat tær dekka. Eisini kemur hon við dømum um, hvat fólk ofta brenna seg av í sambandi við tryggingar. Lurta og vita, um tú hevur tær røttu tryggingarnar.

    • 19 min.
    Árið, ið fór

    Árið, ið fór

    Hvat hevur eyðkent búskapargongdina Í 2022? Hvat kunnu vit vænta okkum av 2023? Og er orsøk til at stúra fyri gongdini komandi tíðina? Tað spyrja vit Turið F. Arge, stjóra í BankNordik, um í hesum poddinum.

    • 17 min.
    Gert tú mun?

    Gert tú mun?

    At liva burðardygt er gott fyri samvitskuna, men er tað eisini gott fyri pengapungin? Í hesum poddinum tosa vit við Kára Mortensen, leiðara á orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni. Vit spyrja hann, hvussu vit kunnu liva meira burðardygt í gerandisdegnum, og hvussu nógv vit kunnu spara.

    • 22 min.
    Deildin á Tvøroyri 100 ár

    Deildin á Tvøroyri 100 ár

    Deildin á Tvøroyri fyllir 100 ár. Hon var tann fyrsta føroyska bankadeildin, sum lat upp uttan fyri Havnina. Nógv hendi á Tvøroyri um hetta mundið - og fleiri vilja vera við, at Tvøroyri var meira framkomið og virkið enn høvuðsstaðurin - so tað var ikki av tilvild, at ein deild varð stovnað júst har. Í poddinum greiðir Jens Arni Leo Hammerfoss, søgufrøðingur, frá tíðini, tá ið bankadeildin á Tvøroyri varð stovnað, og hvussu samfelagið á Tvøroyri var í 1922. Eisini greiðir hann...

    • 24 min.
    Hækkandi rentur

    Hækkandi rentur

    Renturnar eru hækkaðar nógv seinastu tíðina. Men hví hækka renturnar, og hvussu ávirka høgu renturnar vanliga føroyingin? Tað spyrja vit Hjalta Mohr Jacobsen, leiðara á íløgudeildini hjá BankNordik.

    • 14 min.

Top-podcasts in Zaken en persoonlijke financiën

The Diary Of A CEO with Steven Bartlett
DOAC
Jong Beleggen, de podcast
Pim Verlaan / Milou Brand
Het Beurscafé
StockWatch
Prof G Markets
Vox Media Podcast Network
De Geweldloze Podcast
Marieke van Ginneken & Ilse van den Heuvel
How To Get The Job (Done)
Female Initiative Business Academy / Geuren & Kleuren Media