50 afleveringen

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Summarmorgun Kringvarp Føroya

    • Nieuws

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

    Summarmorgun mikudagin 26. juni 2024

    Summarmorgun mikudagin 26. juni 2024

    Hvussu verður veðrið í dag og í morgin? Vit frætta frá veðurkvinnuni, Turid Laksá.
    "Show Time" er heitið á konsertferð, har ið tey trý, Borgfríð Fonsdal, Bergur Fonsdal og Aksel Remmel, fara at spæla tónleik úr sangleikum og opera. Vit fregnast um konsertferðina.
    Vit fara eisini at forvitnast um Voxbotn, ið verður á skránni leygardagin. Vit tosa við Rúna Djurhuus.

    • 1 u. 18 min.
    Summarmorgun mikudagin 25. juni 2024

    Summarmorgun mikudagin 25. juni 2024

    Hvønn leygarmorgun hittast menn og nakrar kvinnur á gamla Roykivirkinum í Klaksvík, har ið Norðoya Bátafelag heldur til.
    Á skránni er morgunkaffi, prát og hugni. Og Summarmorgun var á gátt farna leygardag har ið vit hittu Karl Olgar Joensen, Marjun Lómaklett, Poul Havn, Sigmar Høgnesen, Símun á Høvdanum og Hanus Hansen.
    Tungmálmur er kanska ikki tað, sum vit serliga seta í samband við Eivør. Men fríggjakvøldið var Eivør á tungmálmspallinum Copenhell. Vit hava fregnast um konsertina.
    Og vit frætta eisini frá Turid Láksá á Veðustovu Føroya.

    • 1 u. 18 min.
    Summarmorgun mánadagin 24. juni 2024

    Summarmorgun mánadagin 24. juni 2024

    Turid Laksá letur okkum veðurforsøgnina fyri vikuna.
    Fyri fyrstu ferð verða "ISCM World New Music Days" hildnir í Føroyum, og talan er um eitt risastórt tónleikatiltak, ið verður hildið í Havn og úti um landið. Og saman við Sunleifi Rasmussen fara vit at fregnast um tónleikadagarnar, ið vórðu settir í gjár.
    Næstseinasta fríggjadag varð EM kappingin í fótbólti skotin í gongd, og saman við Jóannesi Jakobsen taka vit pulsin á fótbóltinum í morgun.

    • 1 u. 20 min.
    Summarmorgun 21. juni 2024

    Summarmorgun 21. juni 2024

    Turið Laksá frá Veðurstovu Føroya sigur okkum veðurforsøgnina fyri vikuskiftið, Magnus Pauli Vest, kunningarleiðari á Visit Vágur, greiður frá um jóansøkuskránna, og vit skifta orð við Sunleif Rasmussen, tónaskald, um stóra altjóða tónleikafestivalin, World New Music Days, ið verður hildin í Føroyum komandi dagarnar.

    • 1 u. 18 min.
    Summarmorgun hósdagin 20. juni 2023

    Summarmorgun hósdagin 20. juni 2023

    Turið Poulsen, veðurkvinnu, sigur okkum um veðrið komandi dagarnar.
    Vit hava eisini verið í Fuglafirði, tí fyrr í ár skrivaði Fuglafjarðar kommuna út eina hugskotskapping um hvussu miðbýurin í Fuglafirði kann skipast.
    Og eftir at vinnararnir vóru avdúkaðir týsdagin, hittu vit Eyðun Eliasen, ið er arkitektur og stjóri á teknistovuni EyA, sum vann kappingina, eins og vit eisini fingu orð á borgarstjóran, Dávur Juul.
    Herfyri vóru Bjarta Petersen og systur hennara í Ísrael, har ið tær millum annað vitjaðu staðið, sum varð álopið av Hamas 7. oktober í fjør.

    • 1 u. 16 min.
    Summarmorgun mikudagin 19. juni 2024

    Summarmorgun mikudagin 19. juni 2024

    Hanus Kjølbro sigur okkum veðurforsøgnina.
    Jan Nystrøm, sum í 2019 flutti til Týsklands, hevur í tveimum umførum nomið sær útbúgving innan list í Danmark.
    Og nú Jan var í Føroyum í farnu viku, fingu vit eitt prát við hann um eitt nú listina og eina framsýning í Týsklandi, sum hann sjálvur er týðandi partur av.
    Í dag letur Elin Dagbjartsdóttir úr hondum sangin "Longsils andarhald", sum hon og Elin á Rógvi eiga lag og orð til.
    Elin Dagbjartsdóttir kemur á gátt, samstundis sum nýggi sangurin eisini verður frumspældur.
    Forlagið Leirkerið hevur júst givið út bókina "10 spurningar (og svar) um kristnu trúnnu". Vit fáa orðið á Arna Zachariassen, ið hevur týtt bókina til føroyskt.

    • 1 u. 18 min.

Top-podcasts in Nieuws

Maarten van Rossem - De Podcast
Tom Jessen en Maarten van Rossem / Streamy Media
Boekestijn en De Wijk
BNR Nieuwsradio
NRC Vandaag
NRC
Vandaag Inside Oranje
Vandaag Inside Oranje
Weer een dag
Marcel van Roosmalen & Gijs Groenteman
de Volkskrant Elke Dag
de Volkskrant

Suggesties voor jou

Meer van Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra
Kringvarp Føroya
Jazzofonin
Kringvarp Føroya
Chorus
Kringvarp Føroya
Stakar sendingar - sjónvarp
Kringvarp Føroya
Við Tórði á túri
Kringvarp Føroya
25 minuttir
Kringvarp Føroya