5 episódios

Stjórnarskipanin er til almenna hoyring til 25. august.

Fólkaatkvøða verður um stjórnarskipan komandi ár, um samgongan fær sín vilja. Men stór ósemja er um, hvat skal standa í stjórnarskipanini.

Í sendirøðini Fólksins lóg fara vit aftur um aktuella uppskotið og spyrja: Hvat er ein stjórnarskipan og hvat kann hon brúkast til?

Hvør er søgan aftanfyri aktuella stjórnarskipanarkjakið?

Hvørjar eru grundleggjandi politisku og løgfrøðiligu ósemjurnar í sambandi við stjórnarskipanina?

Fólksins lóg Kringvarp Føroya

    • Notícias

Stjórnarskipanin er til almenna hoyring til 25. august.

Fólkaatkvøða verður um stjórnarskipan komandi ár, um samgongan fær sín vilja. Men stór ósemja er um, hvat skal standa í stjórnarskipanini.

Í sendirøðini Fólksins lóg fara vit aftur um aktuella uppskotið og spyrja: Hvat er ein stjórnarskipan og hvat kann hon brúkast til?

Hvør er søgan aftanfyri aktuella stjórnarskipanarkjakið?

Hvørjar eru grundleggjandi politisku og løgfrøðiligu ósemjurnar í sambandi við stjórnarskipanina?

    Fólksins lóg - Politisku ósemjurnar (4:4)

    Fólksins lóg - Politisku ósemjurnar (4:4)

    Líkt er til, at hoyringarsvarini til stjórnarskipanaruppskotið fevna breitt, og at tey í fleiri førum umboða sera ymisk sjónarmið. Tí verður tað kanska ómøguligt hjá samgonguni at tekkjast øllum svararunum. Og soleiðis verður møguliga eisini, tá ið tingviðgerðin ferð í gongd.

    Flestu flokkar taka í prinsippinum undir við eini føroyskari stjórnarskipan, men teir eru rættiliga ymiskir á máli um, hvussu hon skal síggja út.

    • 13 min
    Kjak um fólksins lóg

    Kjak um fólksins lóg

    Bjørn á Heygum og Christian Andreasen eru ósamdir um, hvørt ein føroysk stjórnarskipan kann hava eitt virði fyri føroyska samfelagið.

    Teir eru tó samdir um, at avbjóðingarnar við verandi stjórnarskipanaruppskoti eru býttar í tvey. Í fyrsta lagi má innihaldið í stjórnarskipanini samsvara við aðrar galdandi lógir, eitt nú donsku grundlógina, heimastýrislógina og yvirtøkulógina.

    Í øðrum lagi, má sjálvt arbeiðið og tilgongdin verða í trá við galdandi stýriskipanarlóg frá 1994 og við tingskipanina, fyri at stjórnarskipanin skal kunna setast í verk.

    • 21 min
    Fólksins lóg - Innihaldið (3:4)

    Fólksins lóg - Innihaldið (3:4)

    Tey, sum tosa fyri føroyskari stjórnarskipan vísa millum annað á, at ein tílík kann virka fyri at menna eina stjórnarrættarliga mentan í Føroyum og at hetta einans hevði verið ein endurspegling av, at føroyingar hava eina sterka fatan av Føroyum sum eitt samfelag og føroyingum sum eitt fólk ið tørvar ein felags grundvøll. Víst verður eisini til dømi aðrastaðni um landslutir og undirstatsligar eindir, sum ikki hava fullveldi, men sum kortini hava grundlógir ella stjórnarskipanir.

    • 16 min
    Fólksins lóg - Hví stjórnarskipan? (2:4)

    Fólksins lóg - Hví stjórnarskipan? (2:4)

    Nógv lond hava grundlógir ella stjórnarskipanir.

    Flestu av grundlógunum hjá londum, sum vit kenna best, vórðu til í kjalarvørrinum av evropeisku upplýsingartíðini í 17 og 1800 talinum - tá var tað móti hjá londum at fáa sær grundlóg. Svøríki fekk eina í 1776, USA í 1787, Frakland í 1791 og Noreg Í 1814.

    Evropeisku kollveltingarnar í 1848 høvdu við sær, at nógv fleiri lond fingu grundlógir, eitt nú Danmark í 1849.

    • 11 min
    Fólksins lóg - Hvat er ein stjórnarskipan (1:4)

    Fólksins lóg - Hvat er ein stjórnarskipan (1:4)

    Stjórnarskipanin er, sambært løgmanni, eitt so týdningarmikið mál, at politiski myndugleikin ikki hevur heimild at taka avgerð um tað einsamallur. Samgonguflokkarnir halda, at vit mugu staðfesta í einum skjali, at føroyingar hava evsta valdið í Føroyum, og at fólkið skal atkvøða um hana. Sambandsvongurin heldur hinvegin, at ein føroysk stjórnarskipan er óneyðug og ger seg inn á verandi ríkisrættarligu støðu.

    • 16 min

Top de podcasts em Notícias

Bom Partido
Guilherme Geirinhas
A Agenda de Ricardo Salgado
Pedro Coelho
Programa Cujo Nome Estamos Legalmente Impedidos de Dizer
SIC Notícias
Eixo do Mal
SIC Notícias
Expresso da Manhã
Paulo Baldaia
Vichyssoise
Observador