100 集

Vit umrøða evnir innan kristindóm og trúarlív.

Trúboðin Poddkast Trubodin

    • 宗教與精神生活

Vit umrøða evnir innan kristindóm og trúarlív.

    Tankar um fólkakirkju og savningarmegi

    Tankar um fólkakirkju og savningarmegi

    Er Fólkakirkjan í einari kreppu? Meðan tey liberalu tosa um, at tey konservativu hava fingið ov nógv vald, brýtur ein bólkur av konservativum frá kirkjuni, millum annað tí tey meina, at kirkjan er ov liberal. Hvussu finna vit savningarmegi í eini fólkakirkju, har tað sær út til, at pólarnir flyta seg longur og longur vekk frá hvørjum øðrum? 
    Hendan spurning seta vit Hans-Ole Bækgaard. Sum formaður fyri Indre Mission í Danmark hevur hann sítt dagliga arbeiði á stríðsvøllinum millum kirkjuligu vengurnar. Og sæð frá hansara stóli er eisini ein vegur frameftir fyri tí føroysku fólkakirkjuna.
    Vertur er Carsten Fonsdal Mikkelsen.

    • 26 分鐘
    Trúpoddurin 18: Um trúgv og iva

    Trúpoddurin 18: Um trúgv og iva

    Tað er mangt, sum kann fáa okkum at ivast. Í einum samfelag, har vit fáa so nógva kunning er skjótt at vit byrja at ivast í, hvat passar... Tað kann eisini viðhvørt leiða til at vit fara at ivast í Gudi og hansara orði. Í trúpoddinum í dag, tosa Bjarta og Sjúrður um trúgv og iva.

    • 24 分鐘
    Trúpoddurin 17 við Jákup Brusá

    Trúpoddurin 17 við Jákup Brusá

    Í dag hava Bjarta og Sjúrður fyri vitjan av sjálvum aðalskrivaranum í Heimamissiónini – Jákup Brúsá. Jákup greiðir frá sínum vitnisburði, um hvussu hann fekk frið við Gud.

    • 20 分鐘
    Trúpoddurin 16: Jóhan og Silja

    Trúpoddurin 16: Jóhan og Silja

    So var trúpoddurin aftur. Hesaferð hava Bjarta og Sjúrður fingið vitjan av Jóhan og Silju, sum arbeiða í Nesvík. Silja er í læru á skrivstovuni og Jóhan er barna og ungdómsráðgevi. Saman við teirra starvsfelagum syrgja tey fyri at alt koyrir, sum tað skal í Heimamissiónini.Silja og Jóhan eru ikki ofta at síggja á forsíðuni, tí størsti parturin av teirra arbeiði er í “maskinrúminum” í Nesvík. Tey taka sær av øllum fyrireikingum “behind the scenes”. Í hesum Trúpoddi tosa vit um at vera trúgvur í lítlum og lýðin í tí, sum eingin sær.Vit í trúpoddinum vilja eisini takka Silju, Jóhan og restini av starvsfólkunum í Nesvík/Heimamissiónini fyri teirra fantastiska arbeiði!

    • 16 分鐘
    Trúpoddurin: Hvørjum fylli eg meg við

    Trúpoddurin: Hvørjum fylli eg meg við

    So var aftur ein trúpoddur á skránni. Hesaferð tosa vit um evnið “hvørjum fylli eg meg við”Bjarta og Kartin tosa um, hvønn týdning tað hevur at fylla seg við Jesusi og andaligum tilfari. Vit í trúpoddinum vilja eisini takka Kristiliga lurtara- og hyggjarafelagnum fyri teirra arbeiði!

    • 18 分鐘
    Trúppodurin Special við Lisa Børud

    Trúppodurin Special við Lisa Børud

    Tað er ein heilt serligur dagur í studionum. Sjúrður og Bjarta hava fingið vitjan av norsku sangstjørnuni Lisu Børud. Hennara sangir hava spælt ein stóran leiklut í uppvøkstrinum hjá Bjartu og nógvum øðrum børnum og ungum í Føroyum og Norra.Sjúrður og Bjarta hittu Lisu og fingu eitt stutt prát við hana beint eftir konsertina á Kristfest 24.

    • 13 分鐘

熱門宗教與精神生活 Podcast

神仙補習班
謝依霖、丹丹老師
說詭講鬼
Hans
大酸民小道士
王翰 & 文哥
陪你讀聖經
愛的影響力/爱的影响力
靈魂相談室
Rita Weng
神明逼我開Podcast
Joshua