50 episodes

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Breddin Kringvarp Føroya

    • News

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

    Breddin: Bústaðarmarknaður á bygd

    Breddin: Bústaðarmarknaður á bygd

    Føroyski bústaðarmarknaðurin er stirvin - tað er ringt at finna nakað at búgva í, um tú vil búseta teg á bygd, og enn verri at fáa lán til at byggja eini hús fyri, um tey eru uttanfyri miðstaðarøkið.

    Hvat skal til fyri at fáa lán til hús uttanfyri Havnina? Og skulu politisk átøk gerast fyri at gera tað lættari at búseta seg á bygd?

    Vit tosa við Borgarstjóran í Vestmanna, Bjørg á Rógvi og Gerhard Lognberg, borgarstjóra í Skopun.

    Brian Smedemark, ráðgeva í Bank Nordi og Káru á Dunga, stjóra í Betri Heim.

    • 35 min
    Breddin: Val í Fraklandi í ótíð

    Breddin: Val í Fraklandi í ótíð

    Val verður í Fraklandi í ótíð

    Emmanuel Macron, forseti, skrivaði út val, tá tað var greitt, at høgrivongurin vann stórsigur á ES-valinum.

    Londini í ES valdu síni umboð í ES-tingið frá 6. til 9. juni.

    Val gav flokkinum hjá Marine Le Pen yvir 30 prosent av atkvøðunum, meðan flokkurin hjá franska forsetanum Emmanuel Macron einans fekk 15 prosent.

    Tí vil forsetin hava hava fraklendingar at velja nýtt ting í ótíð. Men hvat hendir, um Macron tapir?

     

    Gestur: Róland í Skorini

    • 51 min
    Breddin: Eru elbilar grønir?

    Breddin: Eru elbilar grønir?

    Yvir 2000 el-bilar eru skrásettir sum persónbilar í Føroyum.

    Tað svarar til 7 prosent av persónbilunum, og líkt er til, at áhugin fyri elbilum er vaksandi.

    Haraftrat eru elbilar avgerandi fyri grøna orkuskifti, og tí vilja myndugleikarnir gjarna hava, at fólk fáa sær el-bil.

    Men meðan talið av elbilum veksur, er enn ikki greitt, hvussu teir skulu burturbeinast á Kommunalu Brennistøðini í Havn, har allir elbilar verða tiknir inn.

    Haraftrat er orkan, sum el-bilar brúka ikki altíð grøn men eisini svørt, tí streymurin verður gjørdur við olju.

    • 51 min
    Breddin:Útlendinga- og integratiónslóg og ES val

    Breddin:Útlendinga- og integratiónslóg og ES val

    10 av 17 næmingum, sum ganga í skúla í Føroyum, men hava útlendskt persónstal, fingu ikki 9. flokks prógv saman við javnaldrunum í fjør.
    Tað eru børn, sum eru her við foreldrum, sum eru komin fyri at arbeiða, ella tað kann vera talan um børn, sum eru komin við einum foreldri, sum hevur fingið føroyskan maka.
    Er tilgongdin av útlendingum so stór, at vit ikki klára fylgja við? og hvørji krøv skulu vit seta til tey, ið koma hendan vegin at arbeiða.

    • 45 min
    Breddin: Elians Sonur og journalistisk kriteriur

    Breddin: Elians Sonur og journalistisk kriteriur

    Elians Sonur er poddvarpsrøð, sum hevur ligið á heimasíðuni hjá kringvarpinum í nakrar vikur.

    Í síðstu viku var Elians Sonur sent sum útvarp, og tá kyknaði kjak um sendingina sum er hugleiðingar hjá einum sørvingi, um vanliga arbeiðir sum bilmekanikari.

    Sambært Kim Simonsen, rithøvunda og phd eru tankarnir og argumentatiónin hjá sørvinginum meinlíkir vanlig ástøði um samansvørjingar, har staturin og miðlarnir verða sæddir sum eitt ósjónligt vald við einum vilja til at dylja sanleikan fyri borgaranum.

    • 59 min
    Breddin: Verkfallið herðist

    Breddin: Verkfallið herðist

    Í gjár skrædnaði millum partarnar og royndinar hjá semingsmanninum at finna eina semju millum arbeiðarar og arbeiðsgevararnar á privata arbeiðsmarknaðinum kollsilgdu.


    Eftir 15 dagar í verkfalli helt semingsmaðurin, at ein møguleiki var fyri at finna semju, men áðrenn tey komu í gongd, fóru partarnir hvør til sítt.

    • 42 min

Top Podcasts In News

Эхо Москвы
Feed Master by Umputun
Radio NV
Radio NV / Радіо NV
Кляті питання
Українська правда
Ранкове допіо
Ранкове допіо
УТ-2
УТ-2
Хроніки економіки
Українська правда

You Might Also Like

Vikan
Kringvarp Føroya
Útvarpstíðindi
Kringvarp Føroya
Fótbóltsprát
Kringvarp Føroya
Dagur og vika
Kringvarp Føroya
Skannarin 2.0
Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen
Genstart
DR