50 episodes

Kvæðasending í útvarpinum, sum í vetur verður send hóskvøld klokkan 20.

Vertur: Jóhann Mortensen.

Dansival Kringvarp Føroya

    • News

Kvæðasending í útvarpinum, sum í vetur verður send hóskvøld klokkan 20.

Vertur: Jóhann Mortensen.

    Vit fara upp á gólv føstulávintsmánakvøld

    Vit fara upp á gólv føstulávintsmánakvøld

    Á skránni eru:

    Vælkomnir føroyingar, Tøkum Lætt, Vintor Djurhuus skipar.

    Skrímsla, Dansifelagið í Havn, Sigmund í Hoyvík skipar.

    Frúgvin Espalín, Klaksvíkar Dansifelag, Leivur Jacobsen skipar.

    I Dannemænd enhver for sig, Dansifelagið í Havn, Hilmar Kass. Selamons ríma, Tøkum Lætt, Jóna Múller skipar.

    Nu er vi komne i fremmede lande, sumbingar, Edvard Jacobsen skipar.

    Strandatátturin, Eysturoyar Dansifelag, Joen Carl Danielsen á Strondum skipar.

    Ranhild bede lægge saddel på, velbastaðfólk, Dion Dalsgarð skipar.

    • 3 hr 9 min
    Oddvør Johannesen er gestur í Dansivali

    Oddvør Johannesen er gestur í Dansivali

    Oddvør hevur valt at hoyra: Tróndarkvæði, Klaksvíkar Dansifelag, Jógvan Pætur Gilstein skipar. Lorvíkspáll, Eysturoyar Dansifelag, Tórgerð Rasmussen skipar. Arngrímssynir, Stígum Fast, Jens Ludvig Johannesen skipar. Harra Svein, Stígum Fast og Leikum Fagurt, Jóannes Johannesen skipar. Aligastrímu (B), Leikum Fagurt og Stígum Fast, Símun Erik Johannesen skipar. Deyðastund Sigmundar, Klaksvíkar Dansifelag, Jónleif Johannesen skipar. Flóvin Bænadiktsson, Ung í Dansi, Leon Johannesen skipar. Nordan for Trondhjem, Leikum Fagurt, Martina Olsen og Elinborg Simonsen skipa.

    • 2 hr 56 min
    Gestir: Johild Jacobsen, Dávur Emil og Hans Dávid

    Gestir: Johild Jacobsen, Dávur Emil og Hans Dávid

    Í januar í 1969 tók Janus Mohr upp dans í Avhaldshúsinum í Vík. Esbern Jacobsen skipar á teimum flestu upptøkunum, sum Janus hevur latið Kringvarpinum. Hetta eru tær einastu upptøkurnar, sum Kringvarpið hevur við Esberni sum skipara.

    Esbern var undangongumaður í dansinum í Vík í 50- og 60-árunum. Hesum greiða einkjan, Johild, og teir báðir víkarmenninir, Hans Dávid Vík og Dávur Emil Samuelsen frá.

    • 1 hr 15 min
    Hildur Kruse Sørensen er gestur í Dansivali

    Hildur Kruse Sørensen er gestur í Dansivali

    Hildur leggur fyri við Baraldi Bóndasyni, sum Dansifelagið á Látrinum kvøddi til kvæðaupptøku á Reinsarínum í 2016. Hetta er tann einasta upptøkan við hava við hesum kvæðnum. Hjalmar Kollslíð skipar.

    • 1 hr 27 min
    Leif Hansen er gestur í Dansivali

    Leif Hansen er gestur í Dansivali

    Ynskini hjá Leif eru hesi: Danska brúðarvísan, nólsoyingar kvøða og Sigmund Danielsen skipar. Engang det sig nu hændte, Eysturoyar Dansifelag kvøður, Ludvík við Stein skipar. Fruntatáttur, Nólsoyar Dansifelag kvøður, Páll Thomsen skipar. Brestiskvæði, sumbingar kvøða, Hargin Joensen skipar. Fuglakvæði, 1. tátt, Nólsoyar Dansifelag kvøður, Leo Poulsen skipar. Kongens søn af England, brot, Anfinnur Poulsen skipar. Og Vågen, nólsoyingar kvøða, Sofus Eide skipar.

    • 2 hr 2 min
    Jónvør Petersen er gestur í Dansivali

    Jónvør Petersen er gestur í Dansivali

    Jónvør hevur ynskt at hoyra: Jeg lagde mit hoved til elverhøj, Dansifelagið í Havn, Ingibjørg í Hoyvík skipar. Frísakvæðið, sumbingar, Bjarni Vestergaard og John Lisberg skipa. Tórkilsdøtur, Ung í Dansi, Brestir B. Restorff skipar. Liggingarferðina, Vága Dansifelag, Hans Kristoffur Joensen skipar. Einar Suðuroying, Vága Dansifelag, Johannus Joensen skipar. Arngrímssynir, Stígum Fast, Jens Ludvig Johannesen skipar. og Bjarnabana, Vága Dansifelag, Hervør Jørgensen skipar.

    • 1 hr 34 min

Top Podcasts In News