Talgildir marknaðarføroyingar jakupbrusa
-
- ビジネス
Hvat er hent við nethandli, sosialum miðlum og talgildari marknaðarførslu seinasta árið?
-
Cookies og verja av persónsdátum – hvussu skulu marknaðarføroyingar fyrihalda seg til tað?
Seinastu árini eru nógvar broytingar farnar fram innan verju av persónsdátum, og nógv verður tosað um cookies á heimasíðum. Vit fara í dag at tosa meira um hetta evni, hvussu hetta ávirkar marknaðarførslu og hvussu heimasíðu-eigarar og marketing fólk skulu fyrihalda seg til nýggju lóggávuna.
Gestur í hesi poddvarp-sending er Jógvan Andersen, stjóri á Qodio. -
Video-marketing
Seinastu árini hava vit sæð eina broyting í miðlabrúki, har fólk nú brúka meira tíð hvønn dag á fartelefonini enn at hyggja eftir sjónvarp. Við eksplosivum vøkstri av video-baseraðum pallum so sum Instagram Stories, Reels, TikTok og Snapchat, so vænta brúkarar stutt og greitt video content. Og nógv fyritrekkja vertikalt – standandi – video.
Vælkomin til Talgildir marknaðarføroyingar poddvarpið. Gestur hesaferð er Klæmint Klakk frá Raclip, ið eisini hevur nógvar royndir við at gera filmsbrot á YouTube. -
Hvat er hent við nethandli og sosialum miðlum seinasta árið?
Hvat er hent við nethandli, sosialum miðlum og marknaðarførslu á netinum seinasta árið? Korona-farsóttin hevur broytt gerandisdagin og harvið okkara brúkara-atferð. Tað hevur eisini ført til nógva nýhugsan innan talgildar miðlar og hevur trýst nógvar fyritøkur til at hugsa øðrvísi. Hetta fara vit at tosa meira um í hesum poddvarpinum.