45 episodes

Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

Frímælt Frihedsbrevet Føroyar

    • News

Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

    45. Snús, deyðin og Ólavsøkuframsýningin

    45. Snús, deyðin og Ólavsøkuframsýningin

    Heldur tú, at evnini omanfyri er nakað, sum ikki ganga hond í hond, so fert tú skeiv ella skeivur, tí hesin parturin av Frímælt er eins góður og fjølbroyttur og vanligt. Vit byrja við at ringja til Eivør, sum í hesum døgum hongur á Times Square í New York. Síðani tosa vit um ólavsøkuframsýningina og hvussu hon er sett saman - millum annað eru eingir gamlir, hvítir menn við. 
    Eftir tað tosa vit um deyðan og jarðarferðir, tí Sigga-Maria hevur júst fylgt. 
    Vit fylla eisini skuffuna við snúsið fyri seinastu ferð, tí Prima Brun Snus er farið í søguna. Justinus Eidesgaard, sum hevur snúsað í 51 ár, greiðir frá hesum, áðrenn vit runda av við eitt sindur av EM-práti.
    Gestir eru Alda Mohr Eyðunardóttir, listafólk, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, og Høgni Olsen, tænari.
    Vertur er Rólant Waag Dam.
    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    • 1 hr 23 min
    44. Vit tosa um tilbúgving, murtar og skallutar menn

    44. Vit tosa um tilbúgving, murtar og skallutar menn

    Eru vit klár til eitt nýtt heimskríggj? Eru líka nógv krøv og ynski til mannligar kroppar sum kvinnuligar? Hvat rokast Andrias Høgenni við? Hetta og so eitt sindur av murtum, hári - mangul upp á tað sama - og so áhaldandi romansan millum Iggy Pop og Joe & The Shitboys, er tað, sum fyllir mest í dagsins parti.
    Gestir eru Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, poddvarpsvertur og lesandi, og Andrias Høgenni, leikstjóri.
    Vertur er Rólant Waag Dam.
    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    • 1 hr 31 min
    43. Ein hondbóltsstjørna tosar um eitt tabu

    43. Ein hondbóltsstjørna tosar um eitt tabu

    Landsliðsleikarin í hondbólti Rói Berg Hansen vitjar Frímælt og fortelur, hvussu hann hevur stríðst við strongd og tunglyndi, men nú er við at koma fyri seg aftur. Tað greiddi hann frá í Blaðnum farna vikuskiftið - og nú fortelur hann somu søgu í Frímælt.
    Vit tosa eisini um Voxbotn, sum er endað í eini truplari støðu, tí The Antonelli Orchestra, sum skal spæla á Voxbotn, er endað í einum ódnarveðri í Danmark, tí Claus Antonsen, kapellmeistari í The Antonelli Orchestra, hevur verið sexistiskur og er farin út um mark í bæði orðum og gerðum í sambandi við upptøkurnar til Toppen af poppen á TV2.
    Men eisini í Føroyum hevur Claus Antonsen uppført seg illa og traðkað fleiri føroyskar tónleikarar á tærnar.
    Mads Brügger, Fótbóltsprát og ein søguligur býtúrur hjá einum fyrrverandi føroyskum landsliðsvenjara eru eisini millum evnini í dagsins sending.
    Gestir eru Rói Berg Hansen, hondbóltsspælari, Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, og Kristinn Vang, stjórnmálafrøðingur.
    Vertur er Rólant Waag Dam.
    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    • 1 hr 14 min
    42. Eitt verkfalsloyndarmál verður avdúkað

    42. Eitt verkfalsloyndarmál verður avdúkað

    Tríggir av høvuðsaktørunum í verkfallinum hava ein felagsnevnara, sum tey flestu ikki hava givið sær far um. Hvat tað er, verður avdúkað í Frímælt hesa ferð, har vit eisini skifta orð um valið til Evropa ráðið sunnudagin, umframt at vit eisini venda skránni hjá G! Festivalinum, sum kunngjørdi seinastu nøvnini í vikuni.
    Gestir eru Kaj Joensen, samskiftisfólk hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg, Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, poddvarpsvertur í Kringvarpi Føroya.
    Vertur er Rólant Waag Dam.
    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    • 1 hr 1 min
    41. Svarti svanin og eitt sindur av hassji

    41. Svarti svanin og eitt sindur av hassji

    Stórur partur av Frímælt hesa ferð fer við nýggju dokumentarrøðini á TV 2, Den sorte svane, har Mads Brügger, sum eisini er ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, fortelur eina søgu um brotsverk í øllum samfelagsløgum í Danmark. Alt frá rokkarum í Bandidos til toppadvokatar og trygdarstjórar eru sósaðir saman í hesum heimildarfilmunum, sum er ótrúligir upp á allar mátar.
    At KOKS ikki fekk nakrar Michelin-stjørnur er eisini nakað, vit venda í Frímælt hesa ferð, og so hoyra vit eina nemandi søgu um eina unga kvinnu, sum fekk abort sum 16 ára gomul, men sum 20 ár seinni kendi seg noydda at tala at orðaskiftinum í løgtinginum. 
    Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, sum um dagarnar hevur fortalt hesa søguna í Femina, fortelur hana nú í Frímælt.
    Og so byrjar parturin eisini við einum spurningi um hassj.
    Gestir í Frímælt eru Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, pedagogur og rithøvundur, og Kristinn Vang, fulltrúi í Skattamálaráðnum.
    Vertur er Rólant Waag Dam.
    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    • 1 hr 8 min
    40. Happar Hendrik Old Steffan Klein?

    40. Happar Hendrik Old Steffan Klein?

    Vit taka saman um tingárið og draga fram nøkur hæddarpunkt og aðrar tematikkir, sum eru verdir at hefta seg við. Vit spyrja eisini, um Henrik Old úr Javnaðarflokkinum happar Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum. Í øllum førum eru fleiri dømi um, har Henrik Old gevur til kennar, at hann ikki orkar fyri Steffani. 
    Vit eru eisini við til seinasta dansin á Skarv, og tosa um circle jerk sum eitt politiskt fyribrigdi.
    Gestir eru Kaj Joensen, samskiftisfólk hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg, Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna og lesandi á Kongaliga Kunstakademinum, og Danny Baldursson, tónleikari.
    Vertur er Rólant Waag Dam.
    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    • 1 hr 2 min

Top Podcasts In News

Journal Afrique
RFI
LMA - Le Monde Aujourd’hui 05h30 TU - Voix de l'Amérique
VOA
Journal Monde
RFI
The Assignment with Audie Cornish
CNN
Global News Podcast
BBC World Service
Up First
NPR

You Might Also Like

Fótbóltsprát
Kringvarp Føroya
Genstart
DR
Voksendating
Danica Chloe & Claudia Novalee, Podads
Det, Vi Taler Om
Podimo
Tine og cheferne
Djøf
Pilestræde
Berlingske