3 episodes

Luturin hesaferð er ein útstappað apa, sum stendur í húsunum hjá skaldinum Hans Andrias Djurhuus og konu hansara Petru. Seint á heysti í 1886 hendi nakað heilt serligt í Havn, tá bar nevniliga til at síggja eina veruliga apu í Klubbanum. Tað sigst, at hetta er apan, sum var sýnd fram. Vit fara í hesum partinum at royna at finna útav, um útstappaða apan er sama apa, sum varð víst fram í Klubbanum fyri 135 árum síðan. Samstundis fara vit á eina ferð aftur í tíðina til Havnina í 1880-árunum.
Vertur: Margretha Nónklett
Heimildarfólk: Bjørgfinnur Nielsen
Upplestur: Niels Juel Arge

Gripagoymslan Poddland

    • History

    Fyrsta føroyska popp plátan

    Fyrsta føroyska popp plátan

    Luturin hesaferð er eitt eintak av fyrstu føroysku popp plátuni – nevniliga “Eitt sunnukvøld i plantasjuni”, sum kom út í 1957. Vit fara í hesum partinum at hyggja nærri eftir plátuni og ikki minst tíðini, tá í plátan kom út. Hvat rørdi seg millum ungfólk í Havn um tað mundi, og hvønn týdning hevði tað fyri tey ungu, at fáa føroyskan populer-tónleik?

    Vertur: Margretha Nónklett

    Heimildarfólk: Marius Rein

    Fyrsta útvarpssending hjá Útvarp Føroya (1957): KVF

    Tónleikur: Eitt sunnukvøld í plantasjuni & Hvønn ein mánadag: orð og lag Birni Dam (1957) Jailhouse Rock: Elvis Presley (1957)

    • 31 min
    Krígsmóti - búni við jakka og skjúrti

    Krígsmóti - búni við jakka og skjúrti

    Luturin hesaferð er ein myrkagrøn drakt við jakka og skjúrti, sum ein kvinna í Havn hevur átt undir krígnum. Eitt tað eyðkendasta ’lookið’ undir krígnum var draktin við jakka og skjúrti. Vit fara í hesum partinum at hyggja nær at, hvussu bretska hersetingin ávirkaði lívið í Havn og eisini hvussu kríggið ávirkaði kvinnumótan.
    Vertur: Margretha Nónklett
    Heimildarfólk: Sigrid Dam
    Tónleikur: Well meet again: Vera Lynn (1939) White Cliffs of dover: Vera Lynn (1941)

    • 30 min
    Apukatturin

    Apukatturin

    Poddvarp hjá Tórshavnar býarsavni. Vit fara í eini røð av sendingum at hyggja nærri at serstøkum lutum í samlingini hjá savninum. – Lutir við einari serligari søgu og lutir, sum hava verið forkunnugir í Havn í síni samtíð. Saman fara vit á eina kanningarferð aftur um lutin og aftur í tíð! Hvat er hetta fyri lutur? Hvat sigur hann um sína samtíð? Og um lívið í Havn, tá í tíðini?

    • 20 min

Top Podcasts In History

History's Secret Heroes
BBC Radio 4
The Rest Is History
Goalhanger Podcasts
American Scandal
Wondery
An Old Timey Podcast
An Old Timey Podcast
Dan Snow's History Hit
History Hit
American History Tellers
Wondery