50 episodes

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki. 

Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15.

Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.

Leitisstein Kringvarp Føroya

    • News

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki. 

Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15.

Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.

    LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)

    LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)

    Føroyski fólkamálmsbólkurin Hamradun ljóðar meira enn nakrantíð sum Hamradun á nýggju útgávuni Nætur níggju, ið er tann triðja hjá bólkinum. Í sambandi við útgávuna og útgávukonsertirnar í Norðurlandahúsinum, eru Pól Arni Holm, Uni Debess og John Åge Frost á gátt í sendingini og tosa um útgávuna og spæla allar sangirnar á henni.

    • 2 hr 2 min
    LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)

    LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)

    Sum tannáringur skrivaði Óli Poulsen millum aðrar sangirnar Heystið, Hey tú verð, Nýtt lív og So lítið skilji eg. Hann setti sær fyri at innspæla sangirnar einsamallur, tí vinmenninir, sum hann spældi í orkestri saman við, tímdu ikki at spæla hansara sangir. Innspælingin av sangunum í upptøkuhølunum hjá Evagelisku røddunum á loftinum í Ebenezer í Havn gjørdist startskotið til eina yrkisleið sum tónleikaframleiðari fyri Óla Poulsen. Í dag stendur Vónir-útgávan, ið kom út í 1984, sum ein varði í føroysku tónleikasøguni.

    • 2 hr 16 min
    LEITISSTEIN 16.04.2024

    LEITISSTEIN 16.04.2024

    Tónleikurin í sendingini er, sum altíð, spikahamrandi feitur og sera fjøltáttaður. Nógvur nýggjur rokkur er at hoyra við eitt nú Lenny Kravitz, The Black Crowes, The Black Keys, Kings of Leon, Nick Cave og øðrum. Men tað er eisini góður americana-tónleikur við Mt. Joy og The Secret Sisters, og alternativur indie tónleikur við Vampire Weekend, girl in red, Brittany Howard og Mitski.

    • 1 hr 59 min
    LEITISSTEIN 09.04.2024 (Stongum & Guttesen)

    LEITISSTEIN 09.04.2024 (Stongum & Guttesen)

    Herfyri blivu Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum heiðraðir í heimbygdini Sørvági við einum fagnaðarkvøldi. Hetta hendi í sambandi við, at teir fyltu áivkavis 75 og 74 ár. Teir báðir eru gestir í sendingini, har róð aftur á tónlistaleið teirra heilt frá byrjanini við Goebbels & The Gambelers til Tinganest, soloútgávur og Stongum & Guttesen. 

    • 2 hr
    LEITISSTEIN 02.04.2024

    LEITISSTEIN 02.04.2024

    Sendingin er eitt tyssi av spikahamrandi feitum og fjøltáttaðum tónleiki. Í Leitisstein er alt frá americana og country, frá popp til rokk, og so alt harímillum. Hoyr nýggjan tónleik við Nick Cave and the Bad Seeds, Kacey Musgraves, The Black Keys, Adrianne Lenker, Gossip, St. Vincent, Mumford and Sons, Cage the Elephant og øðrum

    • 1 hr 59 min
    LEITISSTEIN 26.03.2024 (Hamferð)

    LEITISSTEIN 26.03.2024 (Hamferð)

    "Men Guðs hond er sterk" kallast fjórða heildarútgávan hjá føroyska dómadagstungmálmbólkinum Hamferð. Plátan, sum tekur støði í skaðagrindini í Sandvík í 1915, tá 14 menn í bestu árum sjólótust, tá teir royndu at halda einari grind til, er tema í sendingini. Jón Aldará, sangari, og gittarleikararnir Theodor Kapnas og Eyðun í Geil Hvannastein eru gestir.

    • 2 hr 5 min

Top Podcasts In News

The Daily
The New York Times
Serial
Serial Productions & The New York Times
Up First
NPR
The Charlie Kirk Show
Charlie Kirk
Pod Save America
Crooked Media
The Ben Shapiro Show
The Daily Wire

You Might Also Like

Frímælt
Frihedsbrevet Føroyar
Afhørt
Ekstra Bladet
Tyran
DR
Third Ear
Third Ear
The Rest Is Football
Goalhanger Podcasts