17 episodes

Læn m*r eitt oyra er poddvarp hjá BankNordik. Vit viðgera, hvussu tú heldur skil á pengunum og nýtsluni, og hvussu tú tryggjar teg og tíni nærmastu fíggjarliga.

Læn m*r eitt oyra BankNordik

    • Business
    • 5.0 • 1 Rating

Læn m*r eitt oyra er poddvarp hjá BankNordik. Vit viðgera, hvussu tú heldur skil á pengunum og nýtsluni, og hvussu tú tryggjar teg og tíni nærmastu fíggjarliga.

    Set orð á pengar

    Set orð á pengar

    Cecilia Noløse Sørensen hevur instagramvangan Fíggjarligt frælsi, har hon tosar púra opið um pengar. Hon greiðir sínum fylgjarum frá síni løn, skuld, forbrúki, fíggjarligum málum og ivamálum. Við vanganum vil hon vera við til at bróta tabu - at læra seg og onnur at tosa um pengar - tí sum hon sigur, opinleikin um pengar kann geva okkum eitt betri yvirlit yvir okkara fíggjarstøðu. 

    Í hesum poddinum tosa vit við Ceciliu um, hví vit tora so illa at tosa um pengar. Vit tosa eisini um kvinnur og pengar, forbrúk og vegin til fíggjarligt frælsi. 

    • 22 min
    Ert tú rætt tryggjað/ur?

    Ert tú rætt tryggjað/ur?

    Tað kann gerast sera dýrt, um tú ikki hevur røttu tryggingarnar, so tí er tað umráðandi, at tú ert rætt tryggjað/ur. 

    Heidi í Homrum, sum er privatkundaráðgevi hjá Trygd, greiðir frá, hvørjar tær mest vanligu tryggingarnar eru, og hvat tær dekka. Eisini kemur hon við dømum um, hvat fólk ofta brenna seg av í sambandi við tryggingar. 

    Lurta og vita, um tú hevur tær røttu tryggingarnar. 

    • 19 min
    Árið, ið fór

    Árið, ið fór

    Hvat hevur eyðkent búskapargongdina Í 2022? Hvat kunnu vit vænta okkum av 2023? Og er orsøk til at stúra fyri gongdini komandi tíðina? 

    Tað spyrja vit Turið F. Arge, stjóra í BankNordik, um í hesum poddinum. 

    • 17 min
    Gert tú mun?

    Gert tú mun?

    At liva burðardygt er gott fyri samvitskuna, men er tað eisini gott fyri pengapungin? 
    Í hesum poddinum tosa vit við Kára Mortensen, leiðara á orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni. Vit spyrja hann, hvussu vit kunnu liva meira burðardygt í gerandisdegnum, og hvussu nógv vit kunnu spara. 

    • 22 min
    Deildin á Tvøroyri 100 ár

    Deildin á Tvøroyri 100 ár

    Deildin á Tvøroyri fyllir 100 ár. Hon var tann fyrsta føroyska bankadeildin, sum lat upp uttan fyri Havnina. 
    Nógv hendi á Tvøroyri um hetta mundið - og fleiri vilja vera við, at Tvøroyri var meira framkomið og virkið enn høvuðsstaðurin  - so tað var ikki av tilvild, at ein deild varð stovnað júst har. 
    Í poddinum greiðir Jens Arni Leo Hammerfoss, søgufrøðingur, frá tíðini, tá ið bankadeildin á Tvøroyri varð stovnað, og hvussu samfelagið á Tvøroyri var í 1922. Eisini greiðir hann frá, hvussu bankin sum heild er broyttur hesi seinastu 100 árini. 

    • 24 min
    Hækkandi rentur

    Hækkandi rentur

    Renturnar eru hækkaðar nógv seinastu tíðina. Men hví hækka renturnar, og hvussu ávirka høgu renturnar vanliga føroyingin? 

    Tað spyrja vit Hjalta Mohr Jacobsen, leiðara á íløgudeildini hjá BankNordik. 

    • 14 min

Customer Reviews

5.0 out of 5
1 Rating

1 Rating

Top Podcasts In Business

Millionærklubben
Euroinvestor
Adfærd
Morten Münster
Investeringspodcasten
Nordnet
Tine og cheferne
Djøf
Børsen investor
Børsen
Børssnak
Saxo Bank