Hevur tú ávísar broytingar í íleguni APOE4, so ert tú í størri vanda at fáa sjúkuna Alzheimers. Nýggj føroysk gransking vísir júst hetta, at ávísar ílegur økja um vandan fyri Alzheimers. Tað skal tó sigast, at flestu tilburðir av Alzheimers sjúku tykjast ikki burturav at vera tengdir at ílegum, men í summum førum hava ílegur mest sannlíkt ein leiklut, og hetta kann eisini vera galdandi, hóast persónurin ikki hevur Alzheimers sjúku í familjuni. Tað er ein av niðurstøðunum í nýggjari føroyskari gransking, sum Malan Johansen, ph.d lesandi hevur gjørt saman við øðrum. Greiningin byggir á granskingarverkætlann gjørd á Deildini fyri arbeiðs og almanna heilsu undir leislu av Mariu Skalum Petersen og Demens Klinikkina á Landssjúkrahúsinum. Hava kannað 141 fólk við Alzheimers Tey hava kannað ílegurnar hjá 141 føroyskum persónum sum hava fingið staðfest Alzheimers sjúku og samanborið teirra ílegur við ílegurnar hjá 154 frískum persónum. Lurta eftir samrøðuni við Maluna, har hon greiðir frá granskingini og úrslitunum. Malan Johansen og Alzheimers Malan Johansen hevur granskað, um broytingar í íleguni APOE4 kunnu økja um vandan fyri Alzheimers.
Fitxa tècnica
- Programa
- Publicació16 de maig de 2022, a les 8:15 UTC
- Durada17 min
- QualificacióApte