Søgnin sigur, at Eirikur Reyði fann Grønland, og at hann og aðrir norðbúgvar búsettu seg har um ár 1000. Fyrst og fremst í tveimum bústøðum, ið vóru rópt eystur- og vesturbygdin. Báðar búsetingarnar liggja í Vesturgrønlandi. Ilt er at siga, hvussu nógv tey vóru - metingar siga, alt úr 3000 upp í 10.000 norðbúgvar. Men hvat hendi við teimum? Tað hevur verið og er ein av størstu gátunum, sum ikki er loyst enn. Gjørdust tey so fáment til endans, at tey doyðu út, komu tey til ilnar við upprunafólkið, inuittarnar, í Grønlandi, ella vóru tey rænd av sjórænarum? Boðini eru nógv. Hvalsoyar kirkja Toftirnar eftir Hvalsoyar kirkju í Grønlandi Tað seinasta, mann hoyrdi frá norðbúgvunum í Grønlandi, er um eina vígslu, sum var hildin í Hvalsoyar kirkju í Eysturbygdini. Í brævi sent til biskupsætið Garðar í Íslandi stendur, at tann 14. septembur í 1408 giftust Thorstein Ólavsson og Sigrid Bjørnsdóttir. Eftir hetta var tøgn úr Grønlandi. Og tá ið danski presturin Hans Egede kom til Grønlands í 1721 fyri at missionera fyri norðbúgvunum, sum man tá ikki hevði hoyrt frá í meira enn 300 ár, var ongin at finna. Ikki ein tann einasti. Hvat hendi við teimum? Granska vøtn í Grønlandi Granskarar kanna legugrýtið í vøtnum í Grønlandi, har norðbúgvarnir hildu til (Mynd: Raymond Bradley) Nýggj gransking, sum granskarin Raymond Bradley hevur staðið fyri, kann geva eina ábending um, at livi umstøðurnar broyttust, men ikki sum áður hildið, at veðrið gjørdist kaldari og harðbaldnari, men turrari. Var tað turkur, sum fekk tey at rýma? Lurta eftir samrøðuni við Raymond Bradley, har greitt verður frá nýggju granskingini, og hvat møguliga hendi við grønlendsku norðbúgvunum.
Ficha técnica
- Programa
- Publicación16 de noviembre de 2022, 9:42 UTC
- Duración18 min
- ClasificaciónApto