- Tað er heilt einfalt ov seint at gera nakað við tað. Havið um allan heimin fer at hækka tey næstu nógvu árini, tað sigur granskarin William Colgan, frá GEUS. Nýggj gransking vísir, at lofthavið er hitnað so nógv, at ísur fer at bráðna um allan heimin. Bara tann parturin av innlandsísinum í Grønlandi, sum næstu árini fer at bráðna, verður orsøkin til, at sjógvurin fer at fløða 27 sentimetrar hægri um allan heimin. Og tað er bara innlandsísurin, tá eru heimsins bráðnandi jøklar og mæti Suðurpólurin ikki tikin við í líkningina. Sjógvurin fløðir um allan heim - eisini við Føroyar. Her vendist ikki aftur. Leinki til myndil, ið vísir hvussu havið fer at vaksa í framtíðini - Um heimsins lond veruliga fara at halda París-sáttmálan, so kunnu vit minka um skaðan, men um vit halda fram sum vanligt, so fer sjógvurin at fløða um allan knøttin í nógv, nógv ár, sigur William Colgan. Mátingar vísa, at sjógvurin kring Føroyar er hækkaður 10 sentimetrar seinastu árini, og teldueftirgerðir vísa, at í 2150 er havið kring Føroyar hækkað millum 58 og 103 sentimetrar. - Halda vit Paríssáttmálan, so fløðir sjógvurin 58 sentimetrar, men halda vit fram við verandi vakstrarhúsútláti, so er havið hækkað 103 sentimetrar við Føroyar í 2150, sigur William Colgan. Hann leggur afturat, at tað merkir ikki, at sjógvurin heldur uppat at fløða meira eftir 2150, tað fer at halda fram langt fram í tíðina. Lurta eftir samrøðuni við granskaran William Colgan frá GEUS. Høg flóð í Vágsbotni Høg flóð í Vágsbotni. Henda sjónin verður meira vanlig í framtíðini. (Mynd:Tórshavnar Kommuna) Høg flóð í Vágsbotni Høg flóð í Vágsbotni. Henda sjónin verður meira vanlig í framtíðini. (Mynd:Tórshavnar Kommuna)
Fitxa tècnica
- Programa
- Publicació15 de setembre de 2022, a les 12:38 UTC
- Durada13 min
- QualificacióApte