50 episodes

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.

Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
 

Nón Kringvarp Føroya

    • News

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.

Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
 

    Pauli í Sandagerði ruddar í kensluligu nótunum

    Pauli í Sandagerði ruddar í kensluligu nótunum

    - Eg ruddi upp, tí tað er nokk so óruddiligt inni í mær.

    Nýggj fløga við klaverstykkjum eftir Paula í Sandagerði, Ælaveður, kemur út fyrsta dagin. Stykkini eru skrivað yvir eitt tíðarskeið, sum fevnir um 50 ár, frá 1972 til 2022. Samstundis kemur ein nótabók út, og alt verður lagt fram á konsert í Norðurlandahúsinum tann 10. juli, har klaverleikarin Mattias Kapnas spælir. Tað er Hugin Eide, sum hevur tikið stig til útgávuna.

    Pauli í Sandagerði hevur eisini gjørt eina heimasíðu, PS-Music.com, har hann hevur lagt eina ørgrynnu av løgum og stykkjum út, sum hann hevur gjørt til allan slag av tónleiki. Hetta er alt ein partur av at rudda upp í einum langum tónleikalívi, sum hann hevur útint, samstundis sum hann hevur verið lærari. Nú hann er vorðin pensjoneraður, eru stundirnar komnar at fáa skil á.

    Pauli byrjaði sum klassiskur klaverleikari, men sum frá leið gjørdist hann serliga komponistur og kórleiðari.

    - Nú havi eg ongantíð skrivað musikk fyri at fjeppast uppi í nøkrum ella gera nakran nøgdan. Eg havi bara skrivað fyri mína egnu skyld. Tá eg byrjaði sum klaverleikari, spældi eg Bach og Beethoven, og so líktust stykkini tí. Síðan spældi eg romantiskan tónleik, Chopin og aðrar, so fóru stykkini at líkjast tí. Men so fór eg at leita eftir einum føroyskum máta at skriva uppá. So fann eg eitt slag av tónum, sum eg føldi hoyrdu heima í Føroyum. Og tá eg nú hyggi aftureftir, so síggi eg, at har er ein linja í tí, sigur Pauli í Sandagerði.

    Serliga tá ið útlendingar spæla stykki eftir Paula í Sandagerði, siga teir, at tað er øðrvísi, enn teir eru vanir við. Pauli hevur skrivað so nógv sløg av tónleiki, líka frá rocki til kamartónleik, og sjálvur sigur Pauli felagsnevnaran vera kenslur og samskifti.

    Hoyr alla samrøðuna við Paula í Sandagerði her.

    • 18 min
    Nón 24. juni 2022

    Nón 24. juni 2022

    Pauli í Sandagerði er ein av okkara allar virknastu komponistum; í næstum kemur út fløga og bókaútgáva við klaverstykkjum eftir Paula. Vit fáa orðið á Paula í Sandagerði
    Anker Mortensen, listamaður, var ein av trimum, sum fekk listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins hesaferð. Vit vitja Anker í atelieri hansara á Skipasmiðjuni.
    Og so hoyra vit hvørjar tankar Høgni Djurhuus hevur gjørt sær hesa vikuna í Høgnatátti.
    Hoyri sendingina her

    • 55 min
    25 milliónir krónur peanuts

    25 milliónir krónur peanuts

    Hoyr vikuliga Høgnatáttin, har Høgni Djurhuus tekur saman um hendingar og útsagnir hesa farnu vikuna.

    • 4 min
    Hvalurin verður gjørdur til eina ímynd

    Hvalurin verður gjørdur til eina ímynd

    Hvalurin verður gjørdur til eitt kulturelt ikon, og hvalurin verður lýstur bæði sum klókur og sosialur.

    Soleiðis lýsir Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, hugsjónarliga grundarlagið undir mótmælunum móti føroyskum grindadrápi. Samstundis er grindadrápi søguliga ein partur av føroyska samleikanum og lívshátti, og tí ber illa til at sannføra tey, sum eru ímóti grindadrápi.

    Spurningurin um grindadráp verður viðgjørdur í nýggju bókini "Local Measures to Global Pressure - The Anti-Whaling Campaign in the Faroe Islands," sum Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, hevur skrivað við støði í síni masterritgerð.

    Í bókini viðger høvundurin tað hugsjónarliga grundarlagið undir altjóða royndunum at steðga grindadrápi, og hvussu hesi mótmæli elvdu til tillagingar av grindahvalaveiðuni.

    Høvundurin vísir á, at høvuðsósemjan snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir um, hvussu menniskju eiga at samvirka við teirra umhvørvi og tilfeingi.

    Hoyr alla samrøðuna við Arnbjørn Mortensen her.

    • 26 min
    Nón 22. juni 2022

    Nón 22. juni 2022

    Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping, sum millum annað skal varpa ljós á tær etisku tvístøðurnar, ið kunnu standast í yrkinum sum sjúkrarøktarfrøðingur. Vit tosa við fyriskipararnar um kappingina og etisku spurningarnar.

    Grindadráp hevur verið umstrídd siðvenja, síðan umhvørvisfelagsskapir løgdu Føroyar undir sjóneykuna í 1980'unum. Høvuðsósemjan snýr seg um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir um, hvussu menniskju eiga at samvirka við náttúru og tilfeingi, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók um grindadráp. Vit hitta Arnbjørn seinni í sendingini.

    Hoyr alla sendingina her

    • 56 min
    Stuttsøgur um lívið sum sjúkrarøktarfrøðingur

    Stuttsøgur um lívið sum sjúkrarøktarfrøðingur

    Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, so er at hvessa pennin, tí nú hevur tú møguleikan at seta orð á títt gerandislív. 

    Sjúkrarøktaretiska Ráðið skipar fyri stuttsøgukapping, har endamálið er at fáa lýst kompleksa gerandisdagin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum oftast er merktur av, at ymisk virðir koma í spæl og at hesi viðhvørt koma í stríð við hvørt annað.

    - Hetta er partur av arbeiðnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum vit ikki hoyra so nógv um, men sum fyllir nógv og hevur stóran týdning fyri bæði sjúkrarøktarfrøðingarnar, sjúklingarnar og tey avvarðandi. Tí vóna vit, at hendan stuttsøgukappingin fer at eggja fleiri sjúkrarøktarfrøðingum til at greiða frá støðum og søgum úr teirra arbeiðisdegi.

     

    Treytirnar fyri at luttaka eru, at tann sum skrivar, er sjúkrarøktarfrøðingur, at stuttsøgan endurspeglar nútíðarsamfelagið og er skrivað á føroyskum máli.

    Longdin á innsendu stuttsøguni skal verða millum 7 - 10 A4 síður, og skal latast inn umvegis teldupost á etikkur@sjukrarokt.fo í seinasta lagi sunnudagin 16. Oktober 2022 á midnátt

    Ein dómsnevnd metir um søgurnar, og virðisløn á 5000 verður latin fyri bestu søguna.

    Til ber at lesa meira um kappingina á  www.sjukrarokt.fo.

     

    • 24 min

Top Podcasts In News

The Indo Daily
Irish Independent
The News Agents
Global
The Rest Is Politics
Goalhanger Podcasts
Brendan O'Connor
RTÉ Radio 1
Path to Power
Matt Cooper & Ivan Yates
In The News
The Irish Times