Summarmorgun Kringvarp Føroya
-
- News
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.
Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
-
Gjái, ein arkitektonisk perla hjá børnunum
Vit hava vitjað nýggja dagstovnin, sum er umleið 1300 fermetrar stórur, og vit hitta arkitektin, Ósbjørn Jakobsen, ið hevur teknað nýggja dagstovnin, og Rannvá Reginsdóttur Hentze, ið er dagligur leiðari.
Tú kanst hoyra sendingina her! -
Summarmorgun 1. september 2023
Í morgun skipar kringvarpið fyri almennari ráðstevnu um miðlar og fólkaræði. Vit spyrja Ivan Niclasen, kringvarpsstjóra, hvørjar avbjóðingar miðlar anno 2023 standa fyri, og hví tað er neyðugt við einari slíkari ráðstevnu.
Í morgin fer Reyði Krossur undir árligu innsavningina, har ið fólk frá Reyða Krossi ganga hús úr húsi við bússum. Vit fara at fregnast, tá ið formaðurin í Reyða Krossi, Jóannes Eidesgaard, vitjar í Summarmorgni.
Nes kommuna hevur ætlanir um at skapa eitt áhugavert, spennandi og viðkomandi miðstaðarøki við bátahylin á Toftum. -
Summarmorgun 31. august 2023
Við javnleiki 1-1 móti Sheriff Tiraspol megnaði KÍ fyri viku síðani enn einaferð at røkka einum glæsiligum úrsliti.
Og nú KÍ og moldovska liðið bresta saman aftur á útivølli í kvøld, ringja vit til KÍ-formannin, Tummas Lervig.
Tað eru 18 ár síðani, at nógv spælda fløgan hjá gentubólkinum Poppkorn kom á marknaðin í 2005 og nú eru sangirnir eisini at finna á Spotify. Forsangarin, Lillian Dalsgaard var bara 14 ára gomul, tá ið hon brádliga gjørdist landskend. Vit práta við hana um tíðina í Poppkorn -
Summarmorgun 30. august 2023
Tað er ikki á hvørjum degi - ella kvøldi, at ein nýggj føroysk krimibók til børn kemur út. Men í kvøld ber til at fara á almenna bókaframløga á Reinsarínum í Havn í samband við at krimibarnabókin "Flytifuglar", ið Elin á Rógvi hevur skrivað, kemur út. Vit hitta høvundin.
Í kvøld verður skipað fyri pallborðsfundi í Løkshøll, har evnið er tónleikapolitikkur kringvarpsins. Vit fáa vitjan av einum av fyrireikarunum, Dánjali av Neystabø, ið er formaður í Tónleikasambandinum. -
Summarmorgun 29. august 2023
Enn ein festivalur er á skránni, og hesaferð er talan um ein Eydnufestivalin. Vit vitja í verkhúsinum Stíggjur.
Á Mentanardøgunum í Fuglafirði komandi vikuskiftið verður á triðja sinni boðið inn til kappkoyring í kassabilum - eitt tiltak, ið ivaleyst kann fáa kreativu grýtuna á kók, kanska serliga hjá monnum og dreingjum.
Vit tosa við Palla Vang um tiltakið. -
Summarmorgun 28. august 2023
Øll eru vinnarar er yvirskriftin ella sloganið fyri Snarathlon tiltakið, sum verður í Fuglafirði í samband við Mentanardagarnar komandi vikuskifti.
Men hvat er snarathlon og hvussu verður tiltakið leygardagin skipað. Vit tosa við Magna Hansen.
Herfyri var nýggi dagstovnurin í Eysturkommunu, Gjái, ið er bygdur ovarlaga í Gøtugjógv, tikin í nýtslu.
Vit hava vitja í Gjáa, har ið vit hitta arkitektin, Ósbjørn Jakobsen, og dagliga leiðaran, Rannvá Reginsdóttur Hentze.