Dokumentarar Kringvarp Føroya
-
- News
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.
-
- video
Eg eri jólamaðurin
Fyrst í desember finnur Jóanes Andreasen sær jólamansklæðini fram.
-
- video
Hetjur í hæddunum
Seinastu árini er tað vorðið meira og meira vanligt, at fólk ganga og klatra í fjøllunum. Samstundis sum talið á fólkum í haganum veksur, økist vandin fyri, at óhapp og vanlukkur kunnu henda eisini. Teir dagar, tá tyrla ella bátur ikki kunnu koma fram á vanlukkustaðið, verða boð send eftir fjallabjargarunum.
Vit eru við til árligu venjingina hjá fjallabjargarunum.
-
- video
»Lívið hevur fingið litir«
Tummas Jákup Thomsen hevur verið bundin av rúsdrekka í nógv ár og hevur livað eitt hart lív sum heimleysur í Danmark og Føroyum. Nú er hann farin í rúsdrekkaviðgerð og hevur megnað at hildið seg edrúan í næstan eitt ár.
-
- video
Eitt dýpi av máttloysi
Svend Højgaard og Jensina Olsen noyddust at hála stikkið út í fleiri mánaðar fyri at vinna á máttloysi og ráðaloysi og finna fótafestið aftur.
Dagmar Joensen-Næs legði til rættis, og Hallur Thomsen filmaði og klipti. -
- video
Tann djúpa røddin
Rúni Brattaberg hevur fingið Mentanarvirðisløn Landsins. Í tí sambandi vitjaði eitt sjónvarpslið Rúna tvey kvøld í operahúsinum í týska býnum Leipzig, har hann starvast sum solosangari.
Vit hittu hann undir venjingunum og undan framførsluni av eini operu eftir Mozart. Rúni er komin langt sum sangari, síðani hann byrjaði í einum operakóri í níti-árunum.
Orsøkin til framgongdina er at finna í hørðum og miðvísum arbeiði. Sendingin gevur innlit í ein beinharðan gerandisdag á pallinum, sum er merktur av nógvari venjing og høgum krøvum. -
- video
Savnsgull: Orkan kemur úr jørðini
Íslendingar hava í mong ár fingið ein stóran part av orkuni, teir brúka, úr undirgrundini. Tann heita keldan Geysir hevur gjørt Ísland kent um allan heim, hon hevur verið eitt tekin um ta nógvu orkuna, sum íslendska undirgrundin goymir. í sendingini verður sagt frá, hvussu íslendingar nýta tað heita vatnið til upphiting og ravmagnsframleiðslu.