Skimin: Tá føðideildin lat aftur

Skimin

Politiskar avgerðir ávirka okkum øll - meir ella minni. Summar avgerðir hava beinleiðis ávirkan á, hvussu lívið framyvir háttar sær. Barba Sandá Nielsen og familja hennara hava av álvara upplivað, hvussu ein politisk avgerð kollvelti alt. Barba Sandá Nielsen og mamma hennara, Majken Sandá, greiða frá, tá Adrian kom til verðina. Føðingin gekk ikki, sum hon skuldi. Adrian varð raktur av ilttroti, og av tí at hvørki barnalækni ella skurðlækni var í oynni, fekk Barba ikki ta hjálp, hon og sonurin tørvaðu. Tó var ein fyrrverandi skurðlækni í oynni, sum kundi fremja keisaraskurð. Orsakað av manglandi læknum og útgerðum, var Suðuroyar Sjúkrahús ikki fyrireikað uppá á slíka føðing - og tað fekk eisini avleiðingar. Adrian hevur í dag fingið heilaskaða og kemur einki at klára sjálvur. Serfrøðilig tilmæli høvdu áðrenn hendingina ávarað um, at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki var optimal. Men tað varð ikki lurtað eftir hesum fyrr enn skaðin varð hendur. Hendingin fekk avleiðingar stutt eftir, at Barba hevði átt. Føðideildin er í dag stongd, men tó kunnu suðuroyinar eiga í oynni, um støðan er akutt. Um sparingar og skeiv kunning ikki var galdandi á sjúkrahúsinum, hevði skaðin ikki verði hendur. Barba og mamma hennara lýta aftur á tíðina og greiða frá, hvussu tær fóta sær við Adrian í dag. Ágrýtni og fyrigeving er eitt nú ein stórur partur av gongdini. Lagt til rættis hevur Rannvá Jónsdóttir Johansen.

Para escuchar episodios explícitos, inicia sesión.

Mantente al día con este programa

Inicia sesión o regístrate para seguir programas, guardar episodios y enterarte de las últimas novedades.

Elige un país o región

Africa, Oriente Medio e India

Asia-Pacífico

Europa

Latinoamérica y el Caribe

Estados Unidos y Canadá