Seinastu plátuútgávurnar hjá The Beatles, White Album, Let it be og Abbey Road, verða umrøddar í hesari seinastu sendingini í røðini. Tónlistakønir royna at greina serliga sanggávusmíðið hjá Lennon & McCartney. Nortið verður eisini við aðrar tilburðir, sum beatleslimunum vóru fyri árini 1968, 69 og 70. Niclas Johannesen, Eyðun Nolsøe, Bjarni Restorff, Jóhannus á Rógvi Joensen, Sunleif Rasmussen, Óli Poulsen, Stanley Samuelsen, Jørgin Dahl, Edvard Nyholm Debes, Martin Mouritsen, Martin Joensen, Hanus Andreassen, Rói Patursson og Heri Kragesteen greiða frá. Eisini hoyra vit sangarar í Tórshavnar Manskóri. Suni Merkistein legði til rættis, Pauli Magnussen tók upp og setti saman. Sent fyrstu ferð 2. juni 2000.
Информация
- Подкаст
- Опубликовано29 августа 2020 г., 18:45 UTC
- Длительность1 ч. 12 мин.
- ОграниченияБез ненормативной лексики