15 episodes

Skannarin er eitt poddvarp, ið viðger miðlarnar í Føroyum, og viðger mál, sum eru frammi í løtuni. Endamálið við poddvarpinum er fyrst og fremst at lyfta almenna orðaskiftið. Málið er eisini, at føroyingurin skal fáa innlit í, hvussu journalistikkurin verður framdur í konkretum málum, ið eru frammi. Harafturat er málið at hvessa krøvini til ordiligan journalistikk - og ikki minst; at eggja til fjølbroytni í journalistikkinum í Føroyum. Vertir eru: Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen. Skannarin finst eisini á Spotify og Apple. Hevur tú viðmerkingar til sendingina, ber til at senda teldupost til skannarin2022@gmail.com

Skannarin 2.0 Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen

    • News

    Fær Klaksvík órættvísa viðferð í KvF

    Fær Klaksvík órættvísa viðferð í KvF

    Súsanna Olsen, samfelagsfrøðingur var í kringvarpinum og greinaði støðuna, har privat vinnulívsfólk í Norðoyggjum hava givið Klaksvíkar Sjúkrahúsið ein skannara.
    Hetta fekk øði í fleiri klaksvíkingar, tí Súsanna Olsen eisini er býráðslimur í Havn fyri Framsókn.
    Ein, sum gjørdist firtin, var Jógvan Skorheim, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík. Hann er í okkara Skannara saman við Katrini Petersen, tíðindaleiðara í Kringvarpinum.
    Og hvat hugsaði politiið, tá tey løgdu mynd út av einum manni, sum hevði brotið ein rút í Listasavninum. Heri Andreasen, leiðari á kriminaldeildini hjá politinum, sigur at tað var álvarsamari enn tað.
    Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com

    • 50 min
    Skannarin: Vitlíki og trúvirði

    Skannarin: Vitlíki og trúvirði

    Vitlíki kann hava risastórar fyrimunir og vansar við sær, og fyri miðlarnar er átrokandi at vísa etiskt fyrilit og at hava gjøgnumskygni í nýtsluni av vitlíki.

    Regin Berg, fakligur skrivari í Etiska ráðnum sigur, at ráðið fer at koma við tilmælum um vitlíki skjótt.

    Vit hoyra eisini, hvat Barbara Holm, ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet.fo, sigur um hetta fyrsta árið, har nýggi miðilin hevur roynt at fóta sær í Føroyum.
    Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com

    • 56 min
    Nýggj mál sett fyri Kringvarpið

    Nýggj mál sett fyri Kringvarpið

    Í tríggjar tímar viðgjørdi løgtingsfólk nýggja public service-sáttmálan, sum er gjørdur millum Kringvarpið og Mentamálaráðið.
    Orðaskiftið fevndi bæði um, hvørjar bygdir Kringvarpið eigur at dekka, og hvussu Kringvarpið skal megna at draga ungdómin at sær.
    Fjølmiðlanevndin er kærustovnur hjá fólki, sum kenna seg illa viðfarin av miðlunum. Hóast nevndin fær lutfalsliga eins nógvar kærur sum líknandi nevndir uttanlands, so kundi forkvinnan hugsa sær fleiri, so miðlarnir fingu greiðari mørk.
    Gestir: Rógvi Olavson, formaður í Kringvarpsstýrinum og Ingrid Bjarnastein, forkvinna í Fjølmiðlanevndini
    Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com

    • 1 hr 5 min
    Kvinnustríð í New York og kirkjuni

    Kvinnustríð í New York og kirkjuni

    Altjóða kvinnustríðsdagur, sum allar løgtingskvinnurnar halda í New York, og sjálvandi fellur Facebook-dómstólurin sín dóm – oyðsl og blint samfelagssinni.
    Í Kringvarpinum skulu tey næstsu árini eggja til meira javnstøðu millum kynini. Eitt amboð til hetta er at telja, hvussu nógvar kvinnur eru við og hvussu nógvir menn eru við – sum vertir, sum gestir, sum luttakarar yvirhøvur.
    Gestir í Skannaranum: Liljan Weihe, løgtingskvinna og Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum.
    Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com

    • 40 min
    Tríggjar spurningar til Ursulu - so er nóg mikið

    Tríggjar spurningar til Ursulu - so er nóg mikið

    Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini vitjaði eina langa løtu í Føroyum ávegis til Grønlands, men - sum tað var sagt av Løgmansskrivstovuni - ynskti ES bara tríggjar spurningar á tíðindafundi, og ES ynskti, at danska TV2 skuldi spyrja ein av teimum.
    Sjálvandi átti Løgmansskrivstovan ikki at farið so krúpandi eftir hæli, bara tí ES sigur tríggjar spurningar.
    Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com

    • 35 min
    Kríggj í miðlunumn

    Kríggj í miðlunumn

    Duga føroyskir miðlar nóg væl at hava haldgóðan og neyvan journalistikk um kríggj og verju?
    Í Skannaranum hesaferð tosa vit við Eyðnu Skaale, retorikara, um orðaval í kríggi, Dánjal Højgaard, fyrrverandi journalist, um eina ávísa KVF-samrøðu við ein varaadmiral í NATO og við Katrina Petersen, tíðindaleiðara, um, hvussu tey á redaktiónini viga journalistikkin, sum tey framleiða um kríggj og hóttanir. 
    Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com

    • 55 min

Top Podcasts In News

The Daily
The New York Times
Serial
Serial Productions & The New York Times
Up First
NPR
Pod Save America
Crooked Media
The Charlie Kirk Show
Charlie Kirk
The Ben Shapiro Show
The Daily Wire

You Might Also Like

Breddin
Kringvarp Føroya
Fótbóltsprát
Kringvarp Føroya
Frímælt
Frihedsbrevet Føroyar
Amatøroyar
Amatøroyar
Málteigurin
Kringvarp Føroya
Genstart
DR