Breddin

Kringvarp Føroya

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

  1. 1d ago

    Breddin: Tónleikavinnan - útreiðsla ella íløga

    Er føroyska tónleikavinnan bara ein útreiðsla, ella eisini ein íløga? Landsstýrið hevur í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 valt at strika stuðulin til aktørar í føroysku tónleikavinnuni. Í tónleikavinnuni halda tey, at Føroyar hava stórar møguleikar at menna tónleik til eina veruliga útflutningsvinnu. Men til tess krevjast tryggir karmar og íløgur í tey, sum byggja tónleikavinnuna. Nú ávara tey um, at skerjingarnar fara at minka um menningarmøguleikarnar. Men hví velur landsstýrið at skerja stuðulin, og hvørjar avleiðingar kann tað fáa fyri føroyska tónleikavinnuna? Broyttar fortreytir í bólki 5 Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum er á veg við eini kunngerð, sum broytir fortreytirnar hjá útróðarbátunum í veiðibólki 5. Tað verður truplari at verða skrásettur sum fult rikin útróðrarbátur í bólki 5A, og tú kanst eisini bara blíva verandi í bólki 5B, um tú vilt. Men hví broyta fortreytirnar, áðrenn eftirmetingin av fiskidagaskipanini, sum er í gongd, er liðug?   Gestir: Dania O. Tausen, tónleikari og starvsfólk í Tutl, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Høgni Lisberg, tónleikari og stjóri í Mahogni Music Publishing, Jenný A. Kraagesten, tónleikari og forfólk í Tónleikasambandi Føroya, Knút Háberg Eysturstein, tónleikari, tónleikafrøðingur og ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum, og Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður. Vertir: Bjartur Sigmundarson og Ingolf S. Olsen

  2. 6d ago

    Breddin: Skattafrádráttur hjá føroyskari arbeiðsmegi uttanlands

    Undanfarna valskeið, tá Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, var løgmaður, var politiska kósin at niðurlaða skattafrádráttirnar, sum føroyingar fáa fyri at fara av landinum at arbeiða. Nú er vent í holuni, og í heyst bar Aksel V. Johannesen, sum nú er landsstýrismaður í fíggjarmálum, eitt uppskot í tingið, um at hækka sonevnda samdøgursfrádráttin aftur og steðga minkingini í uttanlandsfrádráttinum. Tað hevur fingið føroysku arbeiðsgevararnar at ressast. Í grein á heimasíðu síni 11. november finst Vinnuhúsið hvassliga at lógaruppskotinum. "Útlendskir arbeiðsgevarar kunnu gníggja sær í hondunum, tí nú verður tað nógv lættari hjá teimum at kappast við føroyskar arbeiðsgevarar um starvsfólkini. Enn einaferð skjóta vit føroyingar okkum sjálvar í fótin." Fakfeløg: Arbeiðsgevarar skeikla sjálvir kappingina Fakfeløg halda hinvegin, at arbeiðsgevarar eiga at taka í egnan barm, tí teir sjálvir eru við til at skeikla kappingina á arbeiðsmarknaðinum við eitt nú at trýsta skipanir sum fast-track ígjøgnum. Tað heldur eitt nú formaðurin í Havnar Handverkarafelag, sum eisini heldur tað vera fínasta slag at hækka frádráttirnar aftur. Og í gjár legði formaðurin í Maskinmeistarafelagnum drúgva grein út á heimasíðu felagsins, har hann í yvirskriftini spyr, um altjóða arbeiðsmarknaðurin bert er galdandi fyri arbeiðsgevararnar. Í sendingini spyrja vit millum annað, um tað er góður borgarligur politikkur at fáa øði í vinnuna við at gera hennara kappingarføri verri, tá tað ræður um at halda upp á arbeiðsmegina. Og vit spyrja formannin í Javnaðarflokkinum, hvussu tað ber til, at hann sum løgmaður hevur eina skattaáskoðan, sum snaraði 180 stig, tá hann tók við sum landsstýrismaður í fíggjarmálum. Gestir: Bjarni Nielsen, Arnfinn Beck, Magni Djurhuus, Aksel V. Johannesen, Niels Winther, Ruth Vang og Bill Justinussen Vertur: Ingolf S. Olsen

About

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

You Might Also Like