Málteigurin

Kringvarp Føroya

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.

  1. 04/08/2024

    Pápi, babba og pabba eru javngóð

    Tá ið eg var barn, hildu vit, at tað bara vóru smá børn, sum søgdu babba, meðan stór børn og vaksin søgdu pápi. Men hvussu er støðan í dag, spyr lurtari. -Babba, pápi ella pabba - hvør sigur sítt, og eingin kann siga, at eitt er betri enn hini. Eg kenni fólk, ið eru farin um pensjónsaldur, ið siga babba, so tað kann neyvan roknast sum barnamál, svarar Elin Henriksen, málkøn.   Mansnøvn sum enda við i Tvær ymiskar bendingar eru av mansnøvnum, sum enda við i. Tann vanliga veika bendingin av arvorðum, t.d. Atli, Heri, Ingi, Kári, Óli, Rúni, Sverri, Snorri. Tey fylgja vanligu veiku bendingini av kallkynsorðum (risi) og fáa a-ending í hvønnfalli, hvørjumfalli og hvørsfalli. Hin bendingin er galdandi fyri bíbilsk nøvn, t.d. Levi, Eli, og nøvn, sum eru komin úr enskum. Har verða tey ofta stavað við y ella ei aftast, t.d. Timmy, Johnny, Tommy, Jeffrei. Í flestu málførum hoyrist munur millum framburðin, har uppruna norrønu nøvnini enda við /i/ og tey bíbilsku og ensku enda við /ij/. - Samanumtikið kunnu vit siga, at nøvn, sum enda vit y bara fáa eitt -s í endan í hvørsfalli, meðan hini, sum enda við i, fáa a í endan í øllum føllum uttan hvørfalli, sigur Elin Henriksen.   Jesu ella Jesusar Summir prestar siga í Jesu navni, aðrir siga í Jesusar navni. Hvat siga føroysku stavsetingarreglurnar? Sambært føroysku bendingarreglunum bendist Jesus til Jesusar í hvørsfalli, men Jesu fylgir latínsku bendingini, greiðir Elin Henriksen frá. Lurtari spyr, um landið eitur Háland ella Holland, og Elin Henriksen vísir á ein triðja møguleika, sum er Niðurlond. Hon mælir til, at fólk annaðhvørt siga og skriva Holland ella Niðurlond. Í sendingini verður eisini tosað um, at hetlendingar og føroyingar skiltu hvønnannan fyrr, og í tí sambandi tosaðu vit um hetlendska málið norn, sum nú er burtur. Um lurtarar hava hug til at lesa meira um norn, so ber tað til her.

    47 min
  2. 03/18/2024

    Vreiði og vreiða

    Í morgunlestrinum herfyri var orðið vreiði brúkt sum kvennkynsorð, tá ið prestur segði: "Vreiðan hevur ræðuligar fylgjur" "Vreiða er ein sterk kensla". Tað eru tvær ymiskar bendingar av kvennkynsorðum, sum enda við -i. Onnur fevnir um orð sum t.d. gleði, elli, møði, vreiði, -frøði, -semi, -speki. Hesi orðini eita tað sama í øllum føllum í eintali: Stór gleði var á fólki. Hon lesur bókmentafrøði. Hann var darvaður av møði. Sjáldan nýtt í fleirtali og fáa har -ir í hvørfalli og hvønnfalli, men orðini verða ikki nýtt í hvørjumfalli fleirtali. Hin bendingin er gomul og á veg út úr málinum. Tað eru orðini byrði, ermi, heiði, oyri, veiði. Ein byrði er blivið til byrða, ein ermi til erma, ein veiða til veiða, og so verða tey bend eins og vanlig veikt bend kvennkynsorð, sum genta. Tað kann hugsast, at tá ið onkur sigur vreiða í staðin fyri vreiði, at her er bland komið við orð sum veiði > veiða. Lektiecafé Síggi onkur bjóðar inn til "lektie café". Er orðið "lektie" viðurkent orð á føroyskum, spyr lurtari. Elin Henriksen greiðir frá, at orðið lektia stavar úr latíni: lectio, sum hevur ymsar merkingar, og tann, sum her er viðkomandi, er tað at lesa, lesing. Orðið er eisini uppruni til orð sum legenda (halgisøga), lektari og lektión. Orðið lektia er komið so mikið tíðliga inn í norrønt, at tað stendur í fornnorrønum orðabókum: lektia við merkingini lestur, og tá kann eisini verða sipað til lestur úr bíbliuni. - Vit hava ongan 'myndugleika', sum kann siga, hvat er viðurkent og ikki. Men tá ið tøkuorð úr latíni eru komin so tíðliga inn í norrønt, og tey eisini hava fingið norðurlendska bending, framburð og stavseting, verða tey vanliga góðtikin. Orðið er mangan brúkt, og stavsetingin er við s: leksia, leksiur. Veikt bend kvennkyn.   Orð og orðingar Ymsir spurningar, sum hava ligið leingi og bíða eftir svari, verða svaraðir í dag. Vit tosa um orðini støðusnildi, konfirmantur, politikkur, slitin ella avbrotin og búfólk. Eisini viðgera við orðingarnar í mínari verð og hatta klárar tú sum ein svisk. Í sendingini verður víst til seðlasavnið hjá Fróðskaparsetrinum, sum er á hesum leinkinum

    45 min
  3. 03/11/2024

    Heilsufrøði merkir annað enn reinføri

    Í dag tosa vit um orðið heilsufrøði, og hvat tað merkir. Lurtari ivast í, um fólk vita, hvat orðið merkir, og spyr samstundis, um tað kann brúkast fyri danska orðið hygieinu? Talan er um sera stóran og áhugaverdan spurning, sigur Elin Henriksen og samanumtikið heldur hon, at tað, at nýta orðið heilsufrøði um hygieinu, er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv. - Frægasta orðið um hygieinu er reinføri, og reinføri er bara ein lítil partur av tí, sum heilsufrøði fevnir um, nevniliga vísindi um heilsu og sjúkufyribyrging. Goyma og fall Orðið goyma hevur sett seg á fleiri onnur orð, sum vit annars hava brúkt. So sum fjala, krógva, dylja og so framvegis. Elin Henriksen, málkøn, harmast saman við lurtaranum og sigur, at tá ið orðið goyma verður nýtt um at fjala ella krógva, so hava vit ikki longur nakað orð um at goyma. Og nú fótbólturin er farin í gongd aftur er viðkomandi at tosa um, hvørt tað eitur at ein spælari stríðist við ein ella einum skaða. ' Svarið frá Elini er stutt og greitt: Skal vera hvønnfall, einki at ivast í. Hann stríðist við (ein) skaða í knænum. Vit spyrja t.d. hvat stríðist tú við? Ikki hvørjum stríðist tú við?   Sakna og brúðarsmyrsl Ber til at sakna nakað, sum tú ongantíð hevur havt? Kvinna hevur sagt við mannin, at hon vil hava hillar upp at hanga í einum rúmi, tí hon saknar hillar har. Maðurin vil vera við, at tað ikki ber til at sakna nakað, sum tú ongantíð hevur havt.  Elin Henriksen sigur, at hon er samdari við mannin - ið hvussu er, tá ið talan er um lutir. - Hinvegin ber til at kenna sakn eftir onkrum, hóast tað ikki er nakað, sum tú hevur mist, t.d. vinum, ella tann staki/staka kann kenna sakn eftir einum maka. Kanska veldst tað eisini um, hvussu “stórt” tað er, sum saknur er í.  Ein annar lurtari spyr, hvat brúðarsmyrsl er.  Elin Henriksen fortelur, at í seðlasavninum er ein seðil, sum stavar frá Orðabókini í Útvarpinum. Har stendur, at orðið var nýtt um onkra salvu, sum grøddi væl: “Hetta er sum Brú(ð)arsmyrsl”, og at orðið helst stavar frá mansnavninum Brú(ð)ar. Víst verður til Olgarskvæði. Langt ella stutt a Í sambandi við spurning um stutt ella langt a í staðar- og skipsnavninum Akraberg í síðstu viku greiðir Elin Henriksen millum annað frá, at ofta verður tað fatað sum, at navnið Akrar stavar frá orðinum akur. Tað er tó ivasamt, tí summi vísa á, at navnið kann stava úr fornnorrønum ǫgr, ið merkir lítil, kílaskapað vík, og so skuldi stavsetingin verið á Øgrum, við g. Hetta kann møguliga eisini vera galdandi fyri onnur staðarnøvn við Akra- sum fremra lið. Eivind Weyhe, staðarnavnagranskari, hevur skrivað eina grein um hetta; greinin er saman við nógvum øðrum greinum um staðarnøvn í bókini Eivindaródn frá 2012. Bókin er tøk á netinum.

    44 min
  4. 03/04/2024

    Skaldsligt orðasmíð

    Flestu okkara munnu kenna orð sum sólskinstøgn og motormani. Hetta eru dømi um skaldsligt orðasmíð hjá Martini Joensen. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at so leingi, sum høvundar og skald hava verið virkin, hava tey sett saman nýggj orð, ofta burtur úr orðum, sum vóru til frammanundan, men sum verða sett saman soleiðis, at tey fáa annað innihald. Til eru nógv sløg av slíkum orðum, og bókmentafrøðin hevur eina heila vísindagrein um slík orð, sum tað eru skrivaðar tjúkkar bøkur um. - Vit fara tó ikki so djúpt inn í evnið myndbering, ella kenning, sum tað eitur um slík fyribrigdi í norrønum skaldskapi, men fara at hyggja at nøkrum nýggjari skaldsligum orðasamansetingum, sigur Elin Henriksen og nevnir Martin Joensen, sum hevur eitt stórt ríkidømi av nýggjum myndburðum.   Sólskinstøgn: tøgn nýtt sum mynd av friðsælu Vøkumaðurin: var upprunaliga ein, ið vakti til útróðrar, men her við nýggjari merking: ein, ið vakir yvir tær Dagmett sól søkir niðublund: sólin,mett av degnum. Niða er myrkur Motormani: mani = bundin av Pápalátur og mammutár: sigur seg sjálvt, men her liggja so nógv orð og nógvar merkingar fjald í hesum báðum sigandi orðunum Blómubarnamold: blómubarn var orðmynd av rørsluni frá 60'unum, flower-power og make love, not war. Moldin, har blomstur vaksa. Umhvørvið av 'blómubarnamentan' Skuggagestur: eru til í skugga - í dreymum   Fúsur og smettumætari Tvey onnur orð eru til viðgerðar í dagsins sending. Hví siga vit at vera til dystin fús, sama um talan er um mann, kvinnu ella barn? Um talan var um ein mann, átti tað so ikki at itið hann er til dystin fúsur - ikki hann er til dystin fús? Og hvat er ein smettumætari?

    46 min

About

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.