10 episodes

Jón og Arni um áhugaverd evni, stundum eru gestir á vitjan, stundum bara teir báðir.

Hinvegin - KVÖKING Hinvegin

    • News
    • 5.0 • 1 Rating

Jón og Arni um áhugaverd evni, stundum eru gestir á vitjan, stundum bara teir báðir.

    KVÖKING partur 10

    KVÖKING partur 10

    Jón og Arni skifta m.a. orð um umsøknir um fjølmiðlastuðul, ið ikki vóru gingnar á møti, njadding, men mest um virkna deyðshjálp, transhumanismu og annað tengt at hesum

    • 1 hr 6 min
    KVÖKING partur 9

    KVÖKING partur 9

    Arni og Jón práta um versnandi sálarheilsu, tilknýti, familju- og vinabond millum ungfólk. Teir taka støði í frágreiðingini "The Mental State of the World in 2022" hjá "The Mental Health Million Project".

    Frágreiðingin kann lesast her: 

    https://mentalstateoftheworld.report

    Umrødda spurnarkanningin kann takast her:

    https://sapienlabs.org/mhq/

    • 1 hr 20 min
    KVÖKING partur 8

    KVÖKING partur 8

    Arni Z. og Jón T. prátaðu um støðuna í Ukraina, um tíðindafundin og frágreiðingina hjá landsstýrinum, og royndu at koma í so frægt í dýpdina við málinum, sum til ber innan fyri rímiliga tíð.Jón nevndi fleiri ferðir greiningarnar hjá hjá amerikanska professaranum, John Mearsheimer. Ein framúr góður fyrilestur hjá honum, kann síggjast her (hann svarar spurningum eftir sjálvan fyrilesturin, sum avgjørt er vert at lurta eftir eisini): https://youtu.be/v-rHBRwdql8?t=385

    • 1 hr 14 min
    KVÖKING - partur nr 7

    KVÖKING - partur nr 7

    Sensureraðir sjónleikir og brotin ælabogafløgg! Hendir hetta tí haturstala florerar í Føroyum? Og hvat er haturstala í grundini, og hvussu virkar hon. Og ikki minst, hvønn týdning hevur tað, at vit hava víðfevnt ella enntá víðgongt talufrælsið? M.a. tað práta Jón og Arni um í sjeynda parti av poddvarpinum KVÖKING

    • 1 hr 21 min
    KVÖKING partur 6

    KVÖKING partur 6

    Arni og Jón taka støði í kjakinum, sum hevur verið seinastu dagarnar um sjónleikin, En kænguru, som dig, og umrøða spurningar, sum:

    Skal skúlin leggja ávís lívsvirði niður í børnini,
    ella skal hann halda seg til lesing, rokning, ítrótt og vanligan fólkaskikk?

    Er tað í lagið, at onnur enn lærarin - t.d. mentanarstovnar, samkomur, felagskapir ella fyritøkur, sleppa framat børnunum í skúlatíðini, at boða teimum sín boðskap, meðan foreldrini ikki eru til staðar?
    Hvør skal leggja grundleggjandi sannføringar, trúgv og samleika, niður børnini ?

    • 1 hr 2 min
    KVÖKING partur 5 - gestur: Björk Sadembou Tyril

    KVÖKING partur 5 - gestur: Björk Sadembou Tyril

    Arni, Jón og Björk taka tráðin frá seinasta parti uppaftur, og kava longur niður í kjakið kring fosturtøku. Hvørji eru bestu argumentini fyri fosturtøku? Hvat er tað, sum veruliga skilir partarnar í kjakinum? Eru vit ikki meira enn "ein posi av kyknum", ella hava vit íborið virði, og hava øll menniskju somu grundleggjandi rættindi, bara við at vera menniskju? Og forrestin, nær byrjar mannalívið og er meiningin við lívinum, at realisera seg sjálvan, og hvat er so tað? Hesir og mangir aðrir spurningar verða umrøddir í samrøðuni, tá ið Jón, Arni og Björk enn einaferð setast á kjørbreyt at kvökja.

    • 1 hr 5 min

Customer Reviews

5.0 out of 5
1 Rating

1 Rating

Top Podcasts In News

DR
B.T.
TV 2
DR
Børsen
Politiken