Summarmorgun

Kringvarp Føroya

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

  1. 7 hr ago

    Fleiri túsund hugdu eftir kokkakapping

    Eitt av teimum spennandi tiltøkunum á Sjómannadegnum í Klaksvík leygardagin var, tá sjey ungir kokkar undir 24 ár kappaðust móti hvørjum øðrum. Tað var í kokkakappingini Arctic Young Chef, sum NORA upprunaliga tók stig til,  men sum matvøruútbúgvingin á Tekniska Skúla í Klaksvík nú skipar fyri.   Eitt av spennandi tiltøkunum á Sjómannadegnum í Klaksvík leygardagin var, tá sjey ungir kokkar undir 24 ár kappaðust móti hvørjum øðrum. Tað var í kokkakappingini Arctic Young Chef, sum NORA upprunaliga tók stig til, men sum matvøruútbúgvingin á Tekniska Skúla í Klaksvík nú skipar fyri. Tey skuldu brúka havtasku til forrættin og blálongu til høvuðsrættin og so brúka nakrar ávísar kryddurtir. Ungu kokkarnir høvdu sjálvir evnað rættin til og skuldu lata eitt yvirlit við øllum inn áðrenn kappingina. So skuldu dómararnir hyggja, um úrslitið samsvaraði við uppskrivtina. Tá avtornaði vann Lassi Havsteinsson kappingina. Mogens Højsted var nummar tvey og Krista Kjærbo nummar trý. - Eg eri vísur í, at ein slík kapping stimbrar undir áhugan fyri kokkayrkinum, sigur Lassi Havsteinsson Klein, vinnari. Tað væntar Rannvá Beder, dómarakokkur í kappingini, eisini og tað hava vit brúk fyri, tí vit hava ov fáar kokkar, sigur hon. Henda kappingin er undankapping til eina finalu í Íslandi millum vinnararnar úr Føroyum, Grønlandi, Norra og Íslandi. Andras Sigmarsson Jacobsen, leiðari fyri kokkaútbúgvingini á Tekniska Skúla í Klaksvík, sum hevði ábyrgdina av hesari kappingini, ivast ikki í, at kappingin verður aftur.

  2. 7 hr ago

    Til Sjómannadag við 142 ára gomlum fari

    Fríggjakvøldið samlaðust gomlu træskipini í Leirvík, har siður er at skipa fyri felagssangi og øðrum undirhaldi fríggjakvøld. Leygarmorgunin kl. 8 varð kósin so sett móti Klaksvík. Skipari á Westward Ho henda túrin er Andras Vinther, og hann greiðir í Summarmorgni frá. Tosað verður eisini við Hanns David Hansen, sum hevur siglt fast við Westward Ho síðani 2006. Og Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini í Eysturkommunu, hevur ofta verið við henda túrin úr Leirvík norður á Sjómannadagin og tað var hon aftur leygarmorgunin. -Eg haldi at tað er nakað heilt serligt at koma siglandi inn á vánna í Klaksvík henda morgunin umborð á einum gomlum mentanararvi frá 1884, sigur Hanna Jensen.   13 ára gamli Benjamin og 12 ára gamli Jógvan, báðir úr Leirvík, sleppa at standa til róðurs umborð á Westward Ho og skiparin Andras Vinther leggur teimum lag á. Teir undrast at skipið kann vera 142 ára gamalt. -Tað er avbera stórur áhugi fyri sluppunum, og vit verða bidnir um at koma við til øll møgulig tiltøk um summarið.  Og vit eru so hepnir, at fólkagrundarlagið hjá Westward Ho er so stórt og tí mangla vit ongantíð manning at sigla skipið, sigur Andras Vinther. Hann sigur at teir verða altíð sera væl móttiknir á Sjómannadegnum. Veðrið á Sjómannadegnum í ár var framúr gott, so nógv fólk vitjaði umborð meðan sluppin lá við bryggju í Klaksvík. Hini gomlu førini, sum vóru við í fylginum til Sjómannadagin hesaferð, vóru Jóhanna, Thorshavn, Dragin, og so teir báðir gomlu útróðrarbátarnir Norðan og Grinkil.

  3. 3 days ago

    Ungir kokkar kappast á Sjómannadegnum

    Sjey ungir kokkar undir 24 ár fara at kappast í einum tjaldi á Sjómannadegnum í morgin. Hendan kappingin er liður í einari størri norðurlendskari kapping fyri ungar kokkar. Andras Sigmarsson Jacobsen, sum er leiðari fyri matvøruútbúgvingina á Tekniska skúla í Klaksvík og samskipar hesa kappingina, sigur, at talan er um eina norðurlendska kapping fyri ungar kokkar, ið NORA tók stig til fyri tveimum árum síðani, og nú er stafettin latin Tekniska skúla í Klaksvík. Sjey eru við i hesari kappingini, sum fer fram í stóra tjaldinum á Sjómannadegnum í morgin. Fólk hava høvi at fylgja við meðan teir arbeiða. -Meiningin við hesari kappingini er eisini at varpa ljós á rávøru, sum vit brúka ov lítið av í Føroyum. Og nú Sjómannadagur er, hava vit gjørt av at brúka fisk, og tað verður havtaska og blálonga. Tað eru tvey fiskasløg, sum ikki øll hava roynt. Áhugavert verður at síggja hvat ungu kokkarnir fara at finna uppá, sigur Andras -Eg eri eitt sindur nervøsur, men eg eri klárur til í morgin, sigur ungi kokkurin, Mogens Højsted úr Klaksvík, sum er ein av teimum sjey. Honum dámar væl at brúka fisk sum rávøru og grønmeti afturvið. Og tað sleppur hann til fulnar í morgin. Mogens sigur, at havtaska er eitt serstakt fiskaslag og líkist ongum øðrum. Og blálonga er ógviliga lítið brúkt, men er ein leskiligur fiskur, sum er bæði mildur og moyrur. Kappingin byrjar kl. 9.00 í morginári og tað verða 10 minuttir ímillum at kokkarnir fara í gongd. Tann seinasti verður eftir ætlanini liðugur kl. 15.20, og so verður kunngjørt á stóra palli hvør hevur vunnið. Vinnarin fer víðari til eina finalu í Íslandi tíðliga næsta ár.  Nógvir kokkar í Føroyum eru útlendingar og teir gera eitt gott arbeiði, men Andras Sigmarsson Jacobsen dylur ikki fyri, at eitt av endamálunum við kappingini er at fáa fleiri ungar føroyingar at blíva kokkar.

About

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

More From Kringvarp Føroya

You Might Also Like