29 episodes

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.

Vertir eru Ingi Rasmussen og Leif Láadal. 

Vikan Kringvarp Føroya

    • News

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.

Vertir eru Ingi Rasmussen og Leif Láadal. 

    Vikan 11. mai 2024

    Vikan 11. mai 2024

    Í Vikukjakinum hesa ferð fara vit víða. Vit viðgera mammudagin, sum verður í morgin, vit tosa um politiskt veggjakrutl á løgtingshúsinum, aldursdiskriminering á almenna arbeiðsmarknaðinum og oyggjaleikir, sum ikki kunnu haldast í øllum oyggjum. At kjakast eru komin Ben Arabo, Eydna Skaale og Poul Guttesen.

    • 1 hr 57 min
    Vikan 4.mai 2024

    Vikan 4.mai 2024

    Í Vikukjakinum hesa ferð hitta vit Berljót av Skarði, Finn Jensen og Theodor Eli Dam Olsen. Tey fara at skifta orð um mál, ið settu dám á hesa vikuna. Vit spyrja, hvussu tað ber til, at burðartalið í Føroyum nú er undir tvey børn. Hví uttanríkisráðharrarir í Norðurlondum hildu sín fyrsta fund nakrantíð á føroyskari jørð. Er tað russiska bjørnin, sum spøkir enn meira? Og so spyrja vit, hvat altjóða arbeiðaradagurin, ið varð hildin hósdagin, hevur at siga í 2024.

    • 1 hr 57 min
    Vikan 27.apríl 2024

    Vikan 27.apríl 2024

    Í Vikukjakinum hesa ferð hittast Katrin Dagbjartsdóttir, Hans J. Hermansen og Annika Sølvará at skifta orð um mál, sum settu dám á hesa vikuna. Vit spyrja, hví føroyingar eru hyldligari enn onnur, og um tað líkist happing, at almennir stovnar gera fólk upp eftir vekt. Vit viðgera eisini ríkis- ella ríkjafelagsskapin, sum er komin á breddan. Og so nerta vit aftur við, at so nógv børn ikki duga føroyskt í fólkaskúlanum og tí mugu í serligar móttøkuflokkar.

    • 1 hr 53 min
    Vikan 20.apríl 2024

    Vikan 20.apríl 2024

    Í Vikukjakinum hesa ferð tosa vit um ójavnan á arbeiðsmarknaðinum, sum sambært kanning hjá Javnstøðunevndini og øðrum, økist, tá kvinnur fáa børn. Bankar og rentur og avgjøld er næsta evnið, og so enda vit við at kjakast um komandi tjóðleikhúsinum. Vit spyrja um tað tað skal byggjast aðrastaðni enn í Havn, ella eina aðrastaðni í Havn enn á Eystaru bryggju.
    At kjakast í morgun eru komin Tóra Effersøe Mortensen, Eyðdis Eidesgaard og Helgi Rasmussen.

    • 1 hr 52 min
    Vikan 13.apríl 2024

    Vikan 13.apríl 2024

    Vikukjakið hesa ferð er merkt av, at Norðurlandaráðið í vikuni hevði sín fyrsta fund í Føroyum. Vit umrøða føroyska limaskapin í Norðurlandaráðnum og nýggju trygdarpolitisku dagsskránna. Vit fara eisini til Ísrael og Gaza, og vit spyrja, hvat kjakluttararnir halda um retorikkin í Føroyum? Og so spyrja vit eisini, um vit skulu hava fartelefonforboð í føroyska fólkaskúlanum, sum landsstýrismaðurin í skúlamálum (kanska) leggur upp til. At kjakast eru komin Ben Arabo, Tóta Árnadóttir og Suni Poulsen.

    • 1 hr 55 min
    Vikan 6.apríl 2024

    Vikan 6.apríl 2024

    Í Vikukjakinum hesa ferð tosa vit um bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum, um undirvísing í føroyskum sum annaðmál, ið nú hvørvur úr kvøldskúlanum í Havn, og um stuttfluttar føroyskar dygdargóðar og heilsugóðar matvørur. At kjakast eru komin Lív Egilsdóttir Olsen, Pál Weihe og Niels Uni Dam. Vikugesturin, sum fylti 75 ár fyri viku síðan, hevur virkað og búð í Føroyum í hálva øld. Norska Astri Luihn er útbúgvin tónleikari og tónleikafrøðingur, umframt fólkaminnisfrøðingur, men í dag er hon kend sum málandi listafólkið, ið ofta hevur ein lomviga við í síni abstraktu og figurativu list.

    • 1 hr 54 min

Top Podcasts In News

Lyssky
DR
Genstart
DR
Stjerner og striber
DR
BorgenUnplugged
Qvortrup Media
B.T. & det gode selskab
B.T.
Damerne først
DR

You Might Also Like

Breddin
Kringvarp Føroya
Góðan morgun Føroyar
Kringvarp Føroya
Útvarpstíðindi
Kringvarp Føroya
Fótbóltsprát
Kringvarp Føroya
Amatøroyar
Amatøroyar
OVERSKUD
Radio4