50 episodes

Summarmorgun bjóðar beinleiðis frásagnir kring landið, aktuellar gestir, kappingar og eisini er møguleiki hjá lurtarum hvønn morgun at gera kropsligar venjingar í táttinum Summarvælvera.

 

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:50.

Summarmorgun Kringvarp Føroya

    • News

Summarmorgun bjóðar beinleiðis frásagnir kring landið, aktuellar gestir, kappingar og eisini er møguleiki hjá lurtarum hvønn morgun at gera kropsligar venjingar í táttinum Summarvælvera.

 

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:50.

    Psykosudrotningin sigur frá

    Psykosudrotningin sigur frá

    Hvat er at gera, tá tú tú ikki kennir, at tann hjálp tú fært, er hon, sum tú veruliga hevur brúk fyri? Henda spurning setti Anna Malan Jógvansdóttir sær sjálvari, tá hon fekk staðfest eina psykosu.

    • 15 min
    Kulturkanoniseraður føroyameistari

    Kulturkanoniseraður føroyameistari

    Trummuspælarin Anders Brill gjørdi sum ungur herskyldu í Mjørkadali. Fyri júst hálvthundrað árum síðani - í oktober 1969 - kom hann upp í føroyska rokkbólkin Jacta est Alea. Bólkurin var bara til í gott og væl eitt hálvt ár - frá á heysti 1969 til summarið 1970 - men í desember 1969 var Jacta Est Alea kosin besti føroyski tónleikabólkur á serstakari FM-rokktónleikakapping í Klaksvík.

    • 23 min
    HOYMAlestur - Bókmentagildi í Tjørnuvík

    HOYMAlestur - Bókmentagildi í Tjørnuvík

    15 limir felagsins lesa egnar tekstir ella tekstir, tey hava týtt.
    Hvønn tíma frá kl. 13 til kl. 17 byrjar nýtt tiltak á einum av fýra hugnaligum støðum í bygdini. Hvør høvundur lesur í 10 minuttir.

    Tekstasløgini verða blandað, so har verður nakað til einhvønn.

    Lisið verður upp úr nýútgivnum ella enn ikki útgivnum tilfari.

    Les meira her

    • 6 min
    "Føroya Fittastu." Kapping í tvørmegi

    "Føroya Fittastu." Kapping í tvørmegi

    Í morgin verður funnið útav, hvør føroyingur er best fyri.
    Kappingarnar umfata styrki, skjótleika, úthaldni, fimi og kroppsligt snildi. Kappingin er allan dagin í Tvørmegi á M.A. Winthersgøtu í Havn, men alt byrjar á rennibreytini í Havn klokkan 11.40.

    Eystein Simonsen, samskipari, er í sendingini Summarmorgun og greiðr frá

    Les meira um kappingina og tilmelding her

    • 11 min
    Norðurlond samstarva um bústaðarbygging

    Norðurlond samstarva um bústaðarbygging

    Endamálið við árliga norðurlendska bústaðarfundinum, er at deila hugskot og geva hvørjum øðrum íblástur til bústaðarbygging.

    Andras Róin, stjóri á Bústøðum sigur, at tey fáa nógv burturúr at hoyra, hvussu hini norðurlondini skipa sínar bústaðarbyggingar.

    Á skránni eru ymisk evni, sum umboð fyri londini kjakast um, og so leggja londini fram um síni bústaðarviðurskifti, bústaðarbyggingar og avbjóðingar.

    Á norðurlendska bústaðarfundinum eru fleiri umboð fyri Finland, Norra, Danmark, Ísland, Svøríki og Føroyar.

    • 22 min
    Kvinnuleiklutir mangla dýpd

    Kvinnuleiklutir mangla dýpd

    Soleiðis sigur Maria Winther Olsen, sum bæði hevur skrivað handritið til og leikstjórna spælifilmin Nina, sum verður frumsýndur í kvøld.

    Eisini sigur Maria seg ofta hava saknað, at kvinnur eru partur av framleiðsluliðnum, og hon hevur lagt seg eftir at hava nógvar kvinnur við hesaferð, og tað bar saktans til.

    • 8 min

Top Podcasts In News

Listeners Also Subscribed To

More by Kringvarp Føroya