Plátubarrin

Kringvarp Føroya

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

  1. Apr 11

    TEMAPLÁTAN: 'Diana', Diana Ross, 1980 + eykalag '82

    'Diana' var tann 11. einstaklingaútgávan hjá Dianu Ross. Hon er við sínum øðrumplássi á US Billboard 200 og stórari sølu hennara best umtókta. Eisini vórðu fleiri singleplátuhitt tikin frá henni: 'Upside Down', 'My Old Piano', og 'I'm Coming Out', harav 'Upside Down' var plettskot á US Billboard Hot 100. Átta løg eru á plátuni; fýra á hvørjari síðu. Hetta var tann triðja við 'Dianu' í albumheitinum. 'Diana Ross' vóru útgávur í bæði 1970 og 1976, og so bara 'Diana' her í 1980. Nile Rodgers og Bernard Edwards úr Chic skrivaðu øll løgini til plátuna og løgdu tey eisini til rættis. Albumið 'Diana' kom út hjá Motown Records tann 22. mai í 1980, men Diana Ross broytti sjálv mixingina, uttan at teir báðir áðurnevndu vistu av tí. Tað hendi eftir at plátuvendarin, Frankie Crocker, hevði ávarað Dianu um, at útgávan sum hon lág kundi gera enda á hennara karrieru. Millum annað tí disco hevði rættiliga brádliga fingið ringt orð á seg í USA. Saman við Russ Terrana, einum tøkningi hjá Motown, endavendi hon ljóðsporunum og setti meira ferð á løgini, áðrenn plátan varð givin út. Eisini vóru fleiri drúgvar, instrumentalar disco-passagur tiknar burtur. Framleiðandi lagskrivararnir báðir, Bernard Edwards og Nile Rodgers, mótmæltu handlingini og stevndu síðani. Men tey samstarvaðu aftur seinni, so tað rættaði seg. Poppur, R&B, soul og disco eru stílirnir á hesari best umtóktu LP-útgávu hennara. Plátubarrin 11. apríl 2026

  2. Apr 4

    TEMAPLÁTAN 50: 'High and Mighty', Uriah Heep, 1976

    Talan er um ta seinastu Uriah Heep útgávuna við David Byron á forsangi. 'One Way or Another', 'Weep in Silence', og 'Misty Eyes' er mest spældu løgini. Stílistiskt sæð er plátan rættiliga fesjut; alt frá bluesrokki til harmoniløg í misjavnari framleiðslu, men ikki er vist, at tað bara er ringt. Útgávudagur var í mai 1976. Fimti ára útgávdagur er sostatt í mai 2026. Hetta var eisini tann seinna Uriah Heep plátan við John Wetton, bassisti og sangara, ið bleiv enn kendari seinni við bólkinum Asia. Tá teir fóru á konserferð eftir útgávu av 'High and Mighty', vísti tað seg, at alkoholimsan hjá sangaranum, David Byron, hevði tikið valdið á honum. Ken Hensley hevur sagt, at vanliga hevði atferðin verið, at Byron drakk seg fullan eftir eina konsert, men nú drakk hann alsamt og var tí svikaligur á palli. Fyrr hevði tað verið soleiðis, at David Byron raðfesti framførslurnar fremst, men í 1976 hevði fløskan tikið hesa støðu, segði Hensley. Framleiðarin, Gerry Bron, førdi fram, at stór sosial frástøða var komin í millum sangaran og hinar bólkalimirnar. Ja, tá 'High and Mighty' var tøk í juni '76, nærkaðist tónleikaliga náttin hjá David Byron. Skjótt fór Uriah Heep at senda hann á dyr. Tað fór at verða um ein mánaða ella so, í juli. Ein kann metaforiskt sæð siga, at í juni vóru báðir klokkupinnarnir á 12-talinum, ið er midnátt, ella 'Midnight', hvat ein 'High and Mighty' sangur eisini hevur sum heiti. Fleiri viðmerkjarar halda, at sum heildarverk er temaplátan misjøvn, meðani hon stendur seg betri lag fyri lag. Okkurt av løgunum er framúr væl úr hondum greitt. Plátubarrin 4. apríl 2026

  3. Mar 21

    TEMAPLÁTAN 50: 'Take the Heat off Me', Boney M. 1976 + trý eykaløg

    Frumplátan hjá diskobólkinum Boney M. við løgum sum 'Daddy Cool' og 'Sunny', og føroyska hittinum 'No Woman No Cry'. Hetta fyrsta heildarverkið hjá Boney M., hvørs 50 ára útgávudagur er í 2026, hevði størstu søluna í Spania og Fraklandi, har 300.000 eintøk vórðu seld í hvørjum landi. Sølan á týska heimamarknaðinum var 250.000 útgávueintøk. Í Svøríki fóru 100.000 plátur og kassettubond um søludiskin, hvat roknað út eftir fólkatalinum gevur størstu undirtøkuna av øllum. Í Bretlandi knógvaði 'Take the Heat off Me' akkurát Top 40. 'Daddy Cool' var stóra singleplátuhittið. Tað var plettskot í londum sum Svøríki, Noregi og Belgia, men eisini á stóru plátumarknaðunum í Vesturtýsklandi, Fraklandi, og Spania, meðani tað rakk til nr. 6 á UK Singles Chart. Hinvegin varð onnur singleplátan frá útgávuni, lagið 'Sunny', nr. 3 í Bretlandi. Av stóru londunum var 'Sunny' plettskot í Vesturtýsklandi og Fraklandi. Í Føroyum spældi Útvarp Føroya løg frá sjálvari LP-plátuni. Millum annað hevði tað við sær, at endurinnspælingin hjá Boney M. av Bob Marley sanginum, 'No Woman No Cry', bleiv kend millum manna her á landi. Talan er um europeiskan diskotónleik við góðum ljóði og nógvum fiólum. Týskarin, Frank Farian, átti Boney M., og at hjálpa sær at leggja til rættis hevði hann annan týskan tónleikamann, Stefan Klinkhammer, ið eins og Frank Farian ikki livir meira. Teir dugdu sítt handverk, tí eisini við nútíðar oyrum ljóðar útgávan avbera væl. Eykaløg í sendingini eru: 'Love for Sale' (album: Love for Sale), 'King of the Road' (album: Nightflight to Venus), 'Two of Us' (album: Oceans of Fantasy). Plátubarrin 21. mars 2026

About

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.