Vit kunnu so nógv meira

Kringvarp Føroya

Stórar broytingar hava verið í føroyskum landbúnaði seinastu árini. Serliga er tað millum teirra, sum framleiða mjólk, at broytingarnar eru hendar. Um aldarskiftið vóru millum 60 og 70 garðar. Í dag eru bara 14 ella 15 framleiðslueindir eftir. Hvønn týdning hevur henda broytingin havt og hvørjar møguleikar gevur hon? Ikki bara á teimum gørðunum, sum eru eftir, tí teir hava lættari við at fáa gerandisdagin at hanga saman, men eisini í sambandi við aðra framleiðslu.

Episodes

  1. Vit kunnu so nógv meira - 2. partur

    09/13/2023

    Vit kunnu so nógv meira - 2. partur

    Í sendingini hesaferð tosa vit við Jóhann Fagraklett, bónda á Gásadalsgarði, sum brúkar alt tað, sum garðurin gevur av neytakjøti, seyði, eplum og korni, sum verður til øl, á matstovuni á garðinum, sum árliga hevur sera nógv vitjandi. Hoyr eisini bóndan greiða frá, hvussu garðurin varð til, hvussu hann virkar og hvussu tey frá einum parti av árinum til annan broyta sláturhúsið til sodnhús og til matstovu og aftur til sláturhús. Alt er gjørt soleiðis, at skiftið er lætt og góðkent av myndugleikunum. Og so hoyra vit eisini søguna um nýggja sláturhúsið og handilin, ið skal bera navnið Stuttflutt, ið bóndin og tveir samstarvsfelagar hansara fara í holt við at byggja í heyst. Talan verður um eitt løggilt sláturhús, tað vil siga, at tað sum verður flett á sláturvirkinum kann seljast í handlunum kring landið. Vit tosa eisini við Róa M. Absalonsen, bónda á Viðareiði, sum saman við Niels Absalonsen og Elmari Sørensen rekur størsta framleiðslufjós í mjólkarframleiðsluni her á landið. Talan var um eina verkætlan, sum byrjaði í 2013, men tað skuldu ganga gott og væl seks ár áðrenn nýggja leysgongufjósið varð tikið í nýtslu í desember í 19. Á leiðini fingu teir tilmæli um heldur at byggja sær eitt básafjós, sum stórt sæð slett ikki vera brúkt longur. Lagt sendingina til rættis og klipt hevur Sveinur Tróndarson.

    47 min

About