50 episodes

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.

Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.

Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.

Dokumentarar Kringvarp Føroya

    • News

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.

Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.

Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.

    • video
    Úr savninum: Søga og spír (6:6)

    Úr savninum: Søga og spír (6:6)

    Sætta sending um kirkjubygging í Føroyum snýr seg um tær nýggjastu kirkjurnar. H.C.W. Tórgarð, arkitektur, er ein teirra, sum hevur sett sín serliga dám á kirkjubygging í Føroyum. Hann bygdi millum aðrar gomlu katólsku kirkjuna í havn. Katólska kirkjan hevur í seinastuni fingið nýggja kirkju, sum annar arkitektur, Árni Winther, hevur staðið fyri. Sum tað sæst verða kirkjurnar alt meira merktar av, at tey, sum standa fyri, vilja hava kirkjuna at vera ein bygning, sum skarðar fram úr á onkran hátt.

    Lagt til rættis: Malan Johannesen.

    • 23 min
    • video
    Úr savninum: Søga og spír 5:6

    Úr savninum: Søga og spír 5:6

    Sendingin snýr seg um kirkjur, bygdar í nýggjari tíð. So við og við verða krøvini til kirkjubygging broytt. Menn, sum stílaðu fyri, hava verið burturi í londum og fingið sær kunnleika til bygging, og teir seta sín serliga dám á tær kirkjur, sum verða bygdar í okkara øld. Ein teirra var Magnus á Kamarinum, sum fekk sær lærdóm í danska býnum Vallekilde. Magnus stóð fyri byggingini av Sandavágs kirkju, sum bæði innan og uttan er sermerkt á mangan hátt.

    Lagt til rættis: Malan Johannesen.

    • 23 min
    • video
    Tóki

    Tóki

    - føroysk sending

    • 59 min
    • video
    Sí dokumentarin: »Meira enn bara vera til«

    Sí dokumentarin: »Meira enn bara vera til«

    Jóannes Madsen var dómari, violinleikari og kórsangari. Eitt óhapp eitt heystarkvøld í 2012 gjørdi enda á yrkisleiðini hjá honum. Hann hevur síðani stríðst fyri at endurvinna so nógv sum gjørligt av tí, hann hevur mist.

    Dagmar Joensen-Næs og Jens Jákup Hansen gjørdu sendingina.

    • 56 min
    • video
    Sí dokumentarin: »Teir ómettiligu« (2:2)

    Sí dokumentarin: »Teir ómettiligu« (2:2)

    Dótturfeløg hjá Samherja á Kypros hava verið nýtt sum skattaskjól hjá øðrum feløgum í samtakinum í fleiri ár.

    Tað sigur Jóhannes Stéfansson, varskógvari og fyrrverandi stjóri fyri virkseminum hjá Samherja í Namibia.

    Og nýggj skjøl vísa, at fleiri føroysk feløg, sum Samherji eigur í, hava peningaligt tilknýti til somu feløg á Kypros.

    Lagt til rættis: Jan Lamhauge og Barbara Holm, saman við Una Holm Johannesen, Jógvan Eli Dam og Georg L. Petersen.

    Sendingin er gjørd við stuðli frá IJ4EU.

    • 1 hr 6 min
    • video
    Ringurin í Atlantis

    Ringurin í Atlantis

    - føroyskur dokumentarur

    • 37 min

Top Podcasts In News

Listeners Also Subscribed To

More by Kringvarp Føroya