Allahalganna sunnudag. Lestur: Opb 21,1-7. Evangelium: Matt 5,13-16. Prædika Tit eru salt jarðarinnar! Tit eru ljós heimsins! Hesi orð úr Jesu fjallaprædiku undirstrika fyri okkum, hvat vit í grundini eru sum trúgvandi. Jesus sigur ikki við hini trúgvandi: Tit fara møguliga at vera salt jarðarinnar og ljós heimsins. Nei, hetta er nakað, sum vit longu eru! Sostatt undirstrikar Jesus eisini, at kristna lívið er eitt lív við einum heilt serligum formáli, nevniliga at vera salt jarðarinnar og ljós heimsins. Saltið, sum Jesus nevnir her, er myndatala. Eins og saltið varðveitir mat frá roti, soleiðis eru kristin eisini kallað til at virka sum salt í einum heimi, har ið rotinskapur og óndskapur vísa seg á ymiskan hátt. Jesus brúkar eisini ljós sum eina mynd uppá tað, sum kristin menniskju eru í hesum heimi: Ljós heimsins. Hetta ljósið er ikki nakað, sum vit eiga í okkum sjálvum. Nei, Jesus er ljóskeldan, og vit endurspegla hansara ljós í hesum heimi, eins og mánin og stjørnurnar endurspegla ljósið frá sólini. Jesus kallar okkum sostatt til at lata hansara ljós endurspeglast í okkara lívi, har ið vit eru. Hansara ljós skal ikki goymast burtur og stillast undir skeppumálið, nei tað skal lýsa bjart, so at øll síggja, ikki okkum, men Jesus - hitt sanna ljósið! Samband millum himmal og jørð Í evangeliinum síggja vit eisini eina uppdeiling: Vit eru her á fold - salt jarðarinnar og ljós heimsins. Men Gud er á himni. Til tíðir kann fjarðstøðan millum himmal og jørð tykjast óendalig – serliga tá ið lívið verður trupult. Men hin stóri og ríki gleðiboðskapurin boðar okkum samband millum himmal og jørð, millum Gud og menniskju. Og tað er bara í einum persóni, nevniliga Jesusi, at jarðarinnar menniskju fáa samband við himmalsins Gud. Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir Í lestrinum hava vit lisið um endurskapanina: “Eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin... Sí, eg geri allar lutir nýggjar!” Og tá ið Gud ger allar lutir nýggjar, er ikki longur nøkur fjarðstøða millum himmal og jørð, Gud og menniskju. Tvørturímóti lesa vit í Opinberingini: “Eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Guði, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum. Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: „Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum.” Tað er eisini júst henda vónin um eitt himmalskt heim, sum Jesus boðar okkum hjá Jóhannesi: “Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvi á meg! Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera” (Jóh 14,1-3). Okkara sanna heim Um vit ikki áttu hesa ríku himmalvónina, so høvdu vit neyvan hildið henda dagin, soleiðis sum vit gera. Okkara jarðarferðir høvdu heldur ikki sæð soleiðis út, sum tær gera. Men av tí, at vit eru rótfest í gleðiboðskapinum, so kunnu vit eisini í dag syrgja við vón, eins og kristin menniskju hava gjørt øld eftir øld. Í ár 125 skrivaði grikkin Aristides til ein vin um kristindómin og greiddi frá, hví henda “nýggja religiónin” var so væl umtókt. Millum annað segði hann, at tá ið ein av teimum kristnu doyði, so fylgdu tey hinum deyða við sangi og tøkk, eins og hann skuldi avstað frá einum staði til ein annan. Og hetta er nevniliga okkara vón, at ein staður bíðar okkum handan deyðans dyr – ein staður, sum vit kalla okkara sanna heim. Ella sum vit fara at syngja um eina løtu úti við minnisvarðan: Ei skal gleðinnar dagur har halla, ei skal ivin tá tyngja mítt sinni, aldri meira vit snáva og falla, tí tá eru vit heima, o, Guð! Henda vónin, sum vit eiga við trúnni á Jesus, uggar okkum, tá deyðin vitjar. Tað er hart at siga farvæl, men við himmalvónini er talan tó ikki um eitt endaligt farvæl. Tvørturímóti kunnu vit siga: Farvæl, og vit síggjast aftur har heima! Eg hevði megnað tað, um eg sá strondina Okkara himmalska heim broytir alt! Tað gevur teimum mótleysu mót. Hóast lívið kann gerast myrkt, so lýsir himmalvónin kortini í okkara myrkri. Og við trúnni vita vit, at betri tíðir eru fyri framman. Í okkara foldarlívi er tað sostatt avgerandi fyri okkum at halda fast við hesa vónina og at rætta okkum fram eftir tí, sum er fyri framman (Fil 3,14). Í 1952 skuldi unga kvinnan, Florence Chadwick, svimja langa teinin frá Catalina oynni og til kaliforniska meginlandið. Hon var longu tann fyrsta kvinnan, sum hevði svomið um Ermarsundið. Men henda dagin var tað kalt og so nógvur mjørki, at hon næstan ikki kundi síggja bátarnar, sum fylgdu henni á leiðini. Kortini svam hon í heilar 14 tímar. Tá ið hon útlúgvað bað um at verða tikin upp í ein bát, segði mamma hennara, at hon var næstan komin á mál, og at hon nokk skuldi megna at svimja allan teinin. Men at enda steðgaði hon kortini heilt útlúgvað. Tá ið hon var komin umborð á ein bát, varnaðist hon, at tað var minni enn ein kilometur til strondina. Á einum tíðindafundi dagin eftir segði Florence: “Eg sá ikki annað enn mjørka... Eg trúgvi, at eg hevði megnað tað, um eg sá strondina.” Fyri ein kristnan er himmalin tann strondin, sum vit skulu festa okkara eygu á. Um vit kunnu síggja himmalska heimið við okkara innaru eygum, hóast lívið kanska verður tjúkt í mjørka, so ber hetta okkum ugga og kraft av nýggjum. Ein heilt nýggj verð Eins og okkara bústaður her á fold er ítøkiligur, soleiðis verður okkara ævigi bústaður heima í himli eisini ítøkiligur. Tann Gud, sum skapti jørðina, skal eisini endurskapa nakað heilt ítøkiligt: “Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð...” sigur Jóhannes í Opinberingini. Talan er sostatt ikki um eina tilveru uttan kropp, nei, vónin inniheldur nakað heilt ítøkiligt, sum vit kunnu síggja fram til: eitt uppreisnarlív í einum uppreisnarlikami saman við einum upprisnum Jesusi á einari nýggjari jørð. Eitt stórt wow-upplivilsi Persónliga hugsi eg, at hetta man fara at vera líkasum, tá kona mín og eg tóku kavaraskeið í Zanzibar fyri nøkrum árum síðan og kavaðu fyri fyrstu ferð millum korallrivini. So skjótt sum vit komu undir vatnskorpina, sóu vit eina heilt nýggja verð. Korallrivini sóu út sum urtagarðar, og ein mongd av litføgrum fiskum vóru at síggja. Ein stór skjaldbøka svam eisini beint forbí okkum. Hetta var alt eitt stórt wow-upplivilsi. Tá ið vit koma til Himmals, so hugsi eg, at tað á sama hátt fer at vera eitt stórt, ja, eitt nógv størri wow-upplivilsi, sum ikki bara varar í eina løtu, men sum varar í allar ævir. Ella sum vit syngja: Ei skal gleðinnar dagur har halla... Nú ert tú heima! Í bókini Himlen: Livet på den nye jord orðar rithøvindurin, Randy Alcorn, seg nakað soleiðis, tá ið hann skal lýsa himmalsku gleðina: Hygg gjøgnum gluggan. Ella lat eyguni aftur og ímynda tær tað vakrasta staðið, sum tú nakrantíð hevur vitjað: pálmatrø, brúsandi áir, fjøll, fossar ella kavafannir. Gak ein túr. Snakkað við ein vin. Nýt tínar gudgivnu gávur til at mála ella tekna ella byggja eitt hús ella skriva eina bók. Men royn at ímynda tær alt í sínum upprunaliga standi. Tann glaði hundurin, sum letur við halanum. Blómurnar, sum ongantíð følna, grasið, sum ongantíð verður turt, tann blái himmalin. Menniskju, sum smíla og eru glað, ístaðin fyri at vera óð og kedd. Hugsað um vinir og familjulimir, sum hava elskað Jesus og nú eru saman við honum. Ímynda tær, at tú fylgist við teimum. Tit eru øll likamliga sunn og sterk. Tit flenna, spæla, snakka og minnast gamlar dagar. Tú rættir hondina upp í eitt træ og fært tær eitt súrepli ella eina appilsin. Tú fært tær ein bít. Tað smakkar avbera væl – betri enn nakað, sum tú áður hevur etið. Tú sært ein persón, sum nærkast tær. Tað er Jesus. Hann smílir at tær. Og tú fellir á knæ og tilbiðjur hann. Hann hálar teg upp aftur á føtur og klemmar teg. Nú ert tú saman við honum, sum tú vart skaptur til! Nú ert tú heima! Og líkamikið hvar tú fert, so eru tað nýggj menniskju, nýggj støð, nýggj upplivilsir, sum tú kanst gleðast yvir. Og hvat er hatta, sum luktar so væl? Jú, hatta er ein veitslumáltíð, og tú ert bjóðaður at vera við. Eg stundi eftir at lenda har heima Ja, hetta er ein góð lýsing av himmalsku gleðini og nakað, sum eggjar okkum til at stunda eftir at lenda har heima. Eg stundi eftir at lenda har heima, at kasta akker í himlinum skjótt. Har Jesus ger mær ein bústað til reiðar, á, skuldi hetta ei sál mína frøtt! Um henda himmal-longsul skrivaði kendi enski rithøvindurin C.S. Lewis: “Eg má halda longsulin eftir mínum sanna landi á lívi innan í mær; móðurlandið, sum eg ikki fái at síggja fyrr enn aftaná mín deyða. Eg má ongantíð lata tann longsulin verða huldan í kava ella skúgvaðan til viks. Eg má gera tað til týdningarmiklastu uppgávuna í mínum lívi: at halda á við at ferðast til tað landið og hjálpa øðrum at gera tað sama.” Vit hava her ikki verðandi stað Í Bíbliuni verður tað undirstrikað fyri okkum, at vit sum trúgvandi eru ferðandi á veg til okkara sanna og himmalska heim. Í Hebrearabrævinum lesa vit til dømis: “Tí at vit hava her ikki verðandi stað, men vit søkja tann komandi” (Hebr 13,14). Vit vita, a