6 episodes

Poddvarpsrøðin, sum viðger teir stóru politisku og etisku spurningarnar, sum flest øll halda vera áhugaverd og hava eina meining um. Í hvørjum parti verða evnini viðgjørd av einum pallborði, ið er sett saman við tí endamáli at kunnu skapa eitt so gott, fakligt og spennandi kjak sum gjørligt.

PolEtikk Kringvarp Føroya

    • News

Poddvarpsrøðin, sum viðger teir stóru politisku og etisku spurningarnar, sum flest øll halda vera áhugaverd og hava eina meining um. Í hvørjum parti verða evnini viðgjørd av einum pallborði, ið er sett saman við tí endamáli at kunnu skapa eitt so gott, fakligt og spennandi kjak sum gjørligt.

    Kynskvotur eru ódemokratiskar

    Kynskvotur eru ódemokratiskar

    Í triðja og seinasta partinum av kjakinum um kynsdiskriminatión og javnstøðu millum kynini verður kjakast um: 

    Hvørjir eru bestu ítøkiligu hættirnir til at basa kynsdiskriminatión og skapa javnstøðu millum kynini? 

    Kjakið er nú hitnað, og tað verður borað inn til kjarnan í evninum. 

    Lurtið við!

    • 1 hr 15 min
    Vit skulu ikki hava javnstøðu!

    Vit skulu ikki hava javnstøðu!

    Í øðrum parti av kjakinum um kynsmismun og javnstøðu millum kynini spyrja vit:

    Hvussu eigur tað optimala samfelagið uttan kynsmismun og við javnstøðu millum kynini at síggja út?

    Hetta evnið hevur pallborðið sera ymiskar meiningar um. Er javnstøða yvirhøvur góð í sjálvum sær? Lurtið við.

    • 54 min
    Kvinnur eru fyri diskriminatión!

    Kvinnur eru fyri diskriminatión!

    Kynsdiskriminatión og javnstøða millum kynini er evnið, sum á hesum sinni verður viðgjørt í PolEtikk. Evnið verður viðgjørt gjøgnum tríggjar høvuðsspurningar. 

    Teir fyrstu tríggir partarnir innihalda hvør sín høvuðsspurning, og tað er tískil lætt at lurta eftir kjakinum í trimum pørtum ella øllum í senn.

    Í fyrsta parti seta vit spurningartekin við, um vit hava javnstøðu millum kynini og hvørjir ójavnarnir eru.

    Eisini verður m.a. nomið við, um kvinnudominerað størv eru minni vird enn mannfólkadominerað størv, og um kynsnormar eru ja- ella neiligir.

    • 40 min
    Steffan traðkar á eina landminu

    Steffan traðkar á eina landminu

    Eigur kristindómur at hava ein framíhjárætt í føroyska samfelagnum? Soleiðis ljóðar seinasti spurningurin, sum verður viðgjørdur í kjakinum um átrúnað og politikk.

    Pallborðið er enn tað sama og er mannað av Heina í Skorini, Jógvani Jacobsen, Pæturi Marjunarsyni Dahl, Bjarna Kárason Petersen og Steffani Klein Poulsen.

    • 33 min
    Hvør eigur bíbliuna?

    Hvør eigur bíbliuna?

    Hvussu eigur sambandið millum politikk og átrúna at vera?

    Hesin spurningurin verður viðgjørdur í øðrum parti av kjakinum um átrúnað og politikk.

    Við pallborðið sita enn teir tríggir frá fyrsta parti, Heini í Skorini, Jógvan Jacobsen og Pætur Marjunarson Dahl, og afturat teimum koma Bjarni Kárason Petersen og Steffan Klein Poulsen eisini við í kjakið.

    • 37 min
    Kann man taka patent upp á virðir?

    Kann man taka patent upp á virðir?

    Átrúnaður og politikkur er fyrsta evnið, sum verður viðgjørt í nýggju poddvarpsrøðini PolEtikk. Evnið verður viðgjørt í gjøgnum tríggjar høvuðsspurningar. Teir fyrstu tríggir partarnir innihalda hvør sín høvuðsspurning, og tað er tískil lætt at lurta eftir kjakinum í trimum pørtum ella øllum í senn.

    Í fyrsta parti seta vit spurningartekin við, um samfeløgini, ið mynda vesturlendska heimin, partvís eru grundað í kristna átrunaðinum? 

    Við at kjakast um fyrsta spurningin eru Heini í Skorini, Jógvan Jacobsen og Pætur Marjunarson Dahl.

    • 26 min

Top Podcasts In News

The Daily
The New York Times
Up First
NPR
Serial
Serial Productions & The New York Times
The Megyn Kelly Show
SiriusXM
Pod Save America
Crooked Media
The Ben Shapiro Show
The Daily Wire