32 episodes

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.

Vertir eru Ingi Rasmussen og Leif Láadal. 

Vikan Kringvarp Føroya

    • News

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.

Vertir eru Ingi Rasmussen og Leif Láadal. 

    List hevur týdning í einum ítróttarfelag sigur Sonja Kjølbro

    List hevur týdning í einum ítróttarfelag sigur Sonja Kjølbro

    Sonja Kjølbro tók við sum forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag, Tað árið vóru ongin áskoðarar vegna korona, árið eftir varð norðoyastevnan avlýst og norðoyastevnukappróðurin varð tískil ikki hildin fyrr enn stutt fyri ólavsøku. ÍOg í ár er verkfall. Vit tosa um serligu avbjóðingarnar, sum kunnu vera, tá rógvast skal kapp. EIsini verður nomið við at róðrarfelagið í ár luttekur við tveimum tíggjumannaførum og hvønn týdning nýggju hølisumstøðurnar hava fyri felagið. Vit tosa eisini um starv hennara sum grafikara fyri Sprotan og uppvøksturin á Skáltavegnum í Klaksvík. 

    • 38 min
    Vikan 25. mai 2024

    Vikan 25. mai 2024

    Í vikukjakinum taka vit fepurin á verkfallinum og spyrja okkara vikukjakarar, hvussu lívið gongur, nú verkfallið hevur vart í góðar tvær vikur. Vit viðgera eisini málið um gongd í haga, sum eftir áralangt stríð endaði við einari breiðari politiskari semju. Og so spyrja vit, um privatar sjúkratryggingar er eitt gott hugskot. At seta vikuna í ein annan samanhang eru komin Marna Jacobsen, Arni Zachariassen og Helgi Rasmussen.

    • 1 hr 53 min
    Vikan 18. mai 2024

    Vikan 18. mai 2024

    Í Vikukjakinum fara vit at tosa um verkfallið. Vit spyrja millum annað, um tað ikki er í lagi, at tey, sum arbeiða, fáa eitt sindur meira, nú vit hava upplivað stórar príshækkingar seinastu árini.
    Fosturtøkulógin fall. Hvat hendi har? Uppskotið hjá landstýrismanninum, sum Framsókn hevur valt at umsita málsøki, fekk ikki stuðul frá tveimum øðrum úr Framsókn. Hvat hendi har, spyrja vit.
    Tað triðja evnið hevur at gera við vakmyndatól, tí stórur meiriluti er í løgtinginum fyri at loyva kommunum at seta upp fleiri vakmyndatól.

    • 1 hr 54 min
    Vikan 11. mai 2024

    Vikan 11. mai 2024

    Í Vikukjakinum hesa ferð fara vit víða. Vit viðgera mammudagin, sum verður í morgin, vit tosa um politiskt veggjakrutl á løgtingshúsinum, aldursdiskriminering á almenna arbeiðsmarknaðinum og oyggjaleikir, sum ikki kunnu haldast í øllum oyggjum. At kjakast eru komin Ben Arabo, Eydna Skaale og Poul Guttesen.

    • 1 hr 57 min
    Vikan 4.mai 2024

    Vikan 4.mai 2024

    Í Vikukjakinum hesa ferð hitta vit Berljót av Skarði, Finn Jensen og Theodor Eli Dam Olsen. Tey fara at skifta orð um mál, ið settu dám á hesa vikuna. Vit spyrja, hvussu tað ber til, at burðartalið í Føroyum nú er undir tvey børn. Hví uttanríkisráðharrarir í Norðurlondum hildu sín fyrsta fund nakrantíð á føroyskari jørð. Er tað russiska bjørnin, sum spøkir enn meira? Og so spyrja vit, hvat altjóða arbeiðaradagurin, ið varð hildin hósdagin, hevur at siga í 2024.

    • 1 hr 57 min
    Vikan 27.apríl 2024

    Vikan 27.apríl 2024

    Í Vikukjakinum hesa ferð hittast Katrin Dagbjartsdóttir, Hans J. Hermansen og Annika Sølvará at skifta orð um mál, sum settu dám á hesa vikuna. Vit spyrja, hví føroyingar eru hyldligari enn onnur, og um tað líkist happing, at almennir stovnar gera fólk upp eftir vekt. Vit viðgera eisini ríkis- ella ríkjafelagsskapin, sum er komin á breddan. Og so nerta vit aftur við, at so nógv børn ikki duga føroyskt í fólkaskúlanum og tí mugu í serligar móttøkuflokkar.

    • 1 hr 53 min

Top Podcasts In News

The Daily
The New York Times
The Tucker Carlson Show
Tucker Carlson Network
The Megyn Kelly Show
SiriusXM
Up First
NPR
Pod Save America
Crooked Media
The Ben Shapiro Show
The Daily Wire

You Might Also Like

Breddin
Kringvarp Føroya
Útvarpstíðindi
Kringvarp Føroya
Fótbóltsprát
Kringvarp Føroya
Amatøroyar
Amatøroyar
Børssnak
Saxo Bank
OVERSKUD
Radio4