Við Tórði á túri

Kringvarp Føroya

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

  1. Oct 19

    Við Tórði á túri um tyrlutænastuna hjá Atlantic Airways

    -Umframt regluligu rutuna til útoyggjar er tyrlumanningin altíð til reiðar tá boð eru eftir teimum, og tyrlan hevur bjargað mannalívum. Hon er altíð ein skjót hjálp, sigur Inga Tórarenni í Skúvoy.   Bæði Inga og hini útoyggjafólkini, sum tosað verður við í sendingini, eru samd um, at fyri útoyggjarnar er tyrlan ein lívlína, og tað hevði verið torført at búð á útoyggj um tyrlan ikki var. Ikki minst í Stóru Dímun eru tey glað fyri tyrluna, tí hon er teirra einasta ferðasamband. Annars er tyrluruta fýra dagar um vikuna, og flogið verður úr Vágum til Mykinesar, Havnar, Klaksvíkar, Svínoyar, Kirkju, Hattarvíkar, Skúvoyar, Stóru Dímun og Froðbiar. Henda dagin vit flúgva við eru Andreas Mouritsen og Rani Herup flogskiparar.   Almenn tyrlutænasta varð sett á stovn fyrst í áttati árunum. Tey fyrstu árini var hon undir Strandferðsluni. Í 1994 yvirtók Atlantic Airways ábyrgdina av tyrluflúgvingini millum oyggjarnar. Og í 2021 fór Atlantic Airways undir uppgávuna at reka bjargingartænastuna.   Um summarið er tað serliga útlendsk ferðafólk sum flúgva við tyrluni á rutuni, og um veturin er tað nærum bara føroyingar.   Fyri fýra árum síðani fekk Atlantic Airways flogskúlan, sum eisini eitur Atlantic Airways Aviation Academy. Umframt okkara egnu flogskiparar, bæði við tyrlu og flogfari, koma nógvir flogskiparar uttanlands frá til Vágar at venja í simulatorinum. Henda dagin vit vitja á flogskúlanum eru tyrluskiparar úr Italia, Kýpros og Svøríki.   -Alt byggir á trygd og e kann siga, at eg havi ongantíð kent meg ótryggan í tyrluni og ongantíð kent meg illa í tyrluni, sigur Andreas Mouritsen, flogskipari.   Tey, sum vit annars hoyra í sendingini, eru: Andreas Mouritsen, tyrluskipari, Torbjørn Jacobsen, tyrluavgreiðslumaður í Havn, Jóannes Reinert frá Framleiðsluapotekinum, Mikkjal Petur Kerlok í Hattarvík, Høgni Djurhuus, lækni, Beinta Napoleonsdóttir, samkipari, Jón Brian Hvidtfeldt, reportari frá Degi & Viku, Gunnar Krúnufjall, tyrluavgreiðslumaður í Klaksvík, David Hallson Dalsgarð, ferðafólk, Teitur í Sjúrðagarði, ferðafólk, Hans Erik Jacobsen, leiðari á Tyrludeildini, Inga Tórarenni, tyrluagreiðslukona í Skúvoy, Jóanis í Hoygarðinum, bóndi í Skúvoy, Rani Herup, flogskipari, Jógvan Jón Petersen og Eva úr Dímun, bóndafólk í Stóru Dímun, Óla Jákum úr Dímun, fyrrverandi bóndi, og Danjal Bjarkhamar, tyrluavgreiðslumaður í Froðba.

  2. Oct 12

    Við Tórði á túri á heystfjalli í Heygshaga á Strondum

    Fjalldagurin í Heygshaga er ein serligur dagur á Strondum. Heygshagi er millum teir størstu ognarhagarnar í landinum, og har eru úti við 40 eigarar. Tí er ein stórur partur av bygdini ávirkaður av fjalldegnum í ognarhaganum.    Hildið varð, at lombini í Heygshaga vóru ov smá, tí ov nógvur áseyður var í haganum. Tí varð avgjørt fyri nøkrum árum síðani at minka áseyðatalið ein fjórðing.   -Tað er ótrúligt sum tað er nógv broytt hesi seinastu 30 árini. Tað er sum nátt og dagur. Fyrr var eitt lamb úr Heygshaga, sum vigaði 25 pund, mett at vera eitt gott  lamb. Í  dag er vanligt at lombini fara langt upp um 30 pund og ein partur fer eisini upp um 40 pund, sigur Jónhard Johansen, sum er ein av teimum trimum røktingarmonnunum í Heygshaga. Hann er sera glaður fyri gongdina. Í sendingini verður m.o. eisini tosað við hinar báðar røktingarmenninar, Artur Johansen og Jóhan Kass. Eisini verður tosað við 90 ára gamla Eliesar Høj.   Í Heygshaga er kenning og tí kenna allir eigararnir sín seyð, sum teir passa um veturin. Umleið 1000 seyðir tilsamans eru komnir í stóru rættina Við Kolbeinagjógv, og tað er áhugavert at síggja hvønn einstakan eigara fara inn í rættina at finna sín seyð.   Í sendingini verður tosað við fjallfólk í Heygshaga og fólk á rættini. Og tey, sum eru við í sendingini, eru: Artur Johansen, Sverri Kass, Tummas Eli Høj, Jan Abrahamsen, Eliesar Høj, Marita Danielsen, Rut Súsonnudóttir Kjærbo, Jóan Karl Danielsen, Borgar Persson, Marjun Johansen, Jóhan Kass, Jónhard Johansen og Hans Eli Jacobsen.

About

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

More From Kringvarp Føroya

You Might Also Like