Undanfarna valskeið, tá Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, var løgmaður, var politiska kósin at niðurlaða skattafrádráttirnar, sum føroyingar fáa fyri at fara av landinum at arbeiða. Nú er vent í holuni, og í heyst bar Aksel V. Johannesen, sum nú er landsstýrismaður í fíggjarmálum, eitt uppskot í tingið, um at hækka sonevnda samdøgursfrádráttin aftur og steðga minkingini í uttanlandsfrádráttinum. Tað hevur fingið føroysku arbeiðsgevararnar at ressast. Í grein á heimasíðu síni 11. november finst Vinnuhúsið hvassliga at lógaruppskotinum. "Útlendskir arbeiðsgevarar kunnu gníggja sær í hondunum, tí nú verður tað nógv lættari hjá teimum at kappast við føroyskar arbeiðsgevarar um starvsfólkini. Enn einaferð skjóta vit føroyingar okkum sjálvar í fótin." Fakfeløg: Arbeiðsgevarar skeikla sjálvir kappingina Fakfeløg halda hinvegin, at arbeiðsgevarar eiga at taka í egnan barm, tí teir sjálvir eru við til at skeikla kappingina á arbeiðsmarknaðinum við eitt nú at trýsta skipanir sum fast-track ígjøgnum. Tað heldur eitt nú formaðurin í Havnar Handverkarafelag, sum eisini heldur tað vera fínasta slag at hækka frádráttirnar aftur. Og í gjár legði formaðurin í Maskinmeistarafelagnum drúgva grein út á heimasíðu felagsins, har hann í yvirskriftini spyr, um altjóða arbeiðsmarknaðurin bert er galdandi fyri arbeiðsgevararnar. Í sendingini spyrja vit millum annað, um tað er góður borgarligur politikkur at fáa øði í vinnuna við at gera hennara kappingarføri verri, tá tað ræður um at halda upp á arbeiðsmegina. Og vit spyrja formannin í Javnaðarflokkinum, hvussu tað ber til, at hann sum løgmaður hevur eina skattaáskoðan, sum snaraði 180 stig, tá hann tók við sum landsstýrismaður í fíggjarmálum. Gestir: Bjarni Nielsen, Arnfinn Beck, Magni Djurhuus, Aksel V. Johannesen, Niels Winther, Ruth Vang og Bill Justinussen Vertur: Ingolf S. Olsen